Amerikanski forsetin, Donald Trump, tosaði áhaldandi í yvir ein tíma á einum tíðindafundi í kvøld, har hann lýsti, hvat hann og hansara stjórn hava avrikað seinasta árið.
Eftir góðum tíma tók Trump móti spurningum, eitt nú spurningum um boðini, sum hann sendi Jonas Gahr Støre um friðarheiðursløn Nobels.
– Eg misti nógv av virðingini fyri Noreg. Eg trúgvi staðiliga uppá, at Norra stýrir friðarheiðurslønini. Eg haldi, at stjórnin hevur stóra ávirkan á, hvør fær friðarheiðurslønina, segði Trump sambært TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



