Russland er ikki ov bjartskygt um útlitini fyri eini skjótari avtalu um at enda ósemjuna í Ukraina, sigur Kreml eftir fund millum russisk og amerikansk embætisfólk í Manila í dag.
- Samband verður av sonnum skapt. Tað er altíð positivt. Men tað nyttar ikki at tosa um nakran nýggjan dynamikk ella akselerasjón beint nú, sigur talsmaðurin hjá Kreml, Dmitry Peskov, sambært TV 2.
– Eg hevði ikki verið ov bjartskygdur í hesi støðuni, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



