Eiðis Kommuna: Á bygdaráðsfundinum týsdagin 24. november varð fíggjarætlanin hjá Eiðis kommunu fyri 2027 endaliga samtykt.
Skattaprosentið verður framvegis 18,75%, og Eiðis kommuna varðveitir sostatt lægsta skattaprosentið í miðstaðarøkinum. Somuleiðis verður barnafrádrátturin varðveittur á 8.000 kr. fyri hvørt barnið.
Hvat merkir hetta fyri eina vanliga barnafamilju?
Sum dømi kunnu vit taka eina familju við tveimum børnum undir 18 ár og einari samlaðari ársinntøku á 800.000 kr.
Um ein slík familja flutti til Eiðis kommunu, hevði hon, við teimum higartil kendu skattaprosentunum og barnafrádráttunum, havt:
-
12.580 kr. meira eftir um árið við flyting úr Sunda kommunu.
-
5.510 kr. meira eftir um árið við flyting úr Eysturkommunu.
-
16.500 kr. meira eftir um árið við flyting úr Fuglafjarðar kommunu.
-
13.350 kr. meira eftir um árið við flyting úr Runavíkar kommunu.
-
10.950 kr. meira eftir um árið við flyting úr Nes kommunu.
-
14.650 kr. meira eftir um árið við flyting úr Sjóvar kommunu.
-
18.910 kr. meira eftir um árið við flyting úr Vestmanna kommunu.
-
22.450 kr. meira eftir um árið við flyting úr Kvívíkar kommunu.
Í mun til Tórshavnar kommunu er kommunuskatturin hjá familjuni á leið hin sami.
Í útrokningunum er hædd tikin fyri bæði skattaprosenti og barnafrádrátti.
Hóast vaksandi rakstrarútreiðslur og økt krøv til kommunalu tænasturnar hevur tað eydnast at varðveita bæði lága skattaprosentið og barnafrádráttin, samstundis sum peningur verður raðfestur til íløgur og framhaldandi menning av kommununi.
Tað hevur týdning fyri Eiðis kommunu at skapa góðar karmar fyri borgararnar, bæði hvat viðvíkur kommunalum tænastum og fíggjarligum umstøðum hjá familjunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



