Eitt er sjókort at lesa, annað er skip at føra
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fleiri ávaringar skelti eru við móttøkuhúsið og á leiðini út til Bøsdalafoss og Trælanípuna.

Kunningartilfar sum tey vitjandi fáa.

Fleiri ávaringar skelti eru við móttøkuhúsið og á leiðini út til Bøsdalafoss og Trælanípuna.

Kunningartilfar sum tey vitjandi fáa.

- Hetta er heilt øðiliga keðiligt. Vit eru sera hørm um støðuna. 

Soleiðis sigur Gunnar R. Nattestad í Miðvági, sum varðar av Trælanípuni og gøtuni framvið vatninum. Seinastu árini hava tey gjørt ábøtur á gøtuna og tikið gjald frá fólki at fara út til Trælanípuna eftir gøtuni. Ein møguleiki sum nógv túsund fólk gera nýtslu av hvørt ár.

Men nú fleiri fólk eru horvin á leiðini í ár, umframt at okkurt líknandi er hent áður, so eru eigararnir farnir at umhugsa støðuna.

- Vit hava hugsað um at seta okkurt slag av húsi harúti, har sum ein vaktur kundi verið. Men hinvegin - hvat hjálpir tað. Um onkur ætlar sær at leypa útav, so fáa vit ikki forða tí kortini, sigur Gunnar R. Nattestad við netavísina VP.

Fyrr í vikuni eftirlýsti politiið ein mann úr Meksiko, sum seinast varð sæddur 3. septembur. Sambært upplýsingum frá telefonini hjá honum, sum politiið hevur fingið hendur á, varð hann seinast við Trælanípuna, og ryggsekkurin hjá honum er seinni funnin flótandi í Mykinesfirði. 

Og í dag er so komið fram, at tvær kvinnur úr Suðurkorea helst eru horvnar á sama staði - eisini hesa vikuna.

Meksikanaran minnast tey sum starvast í móttøkuni, Nípu kafeini, har gestirnir sum ætla sær gongutúrin út á Trælanípuna og Bøsdalafoss byrja túrin, onki til. Hann er heldur ikki skrásettur á nakran hátt hjá teimum, hvørki í gjaldsskipanini ella á annan hátt.

- Hann er kanska farin til gongu framvið vatninum, og hevur so verið áhaldsin og er farin fyri bakka av ósketni har úti, tað vita vit ikki, sigur Gunnar R. Nattestad.

Men tær báðar suðurkoreansku kvinnurnar, sum politiið í dag hevur eftirlýst, minnast tey í móttøkuhúsinum væl. Hann sigur, at tær komu í taksabili, og at tey undraðust yvir, hvussu illa tær vóru ílætnar.

- Tær vóru als ikki ílætnar at fara til gongu. Klæðini líktust mest líkklæðum, tunn og hvít. Vit tosaðu við tær og greiddu væl frá vandunum á leiðini. So um tær eru farnar fyri bakka, so er tað við vilja, sigur Gunnar R. Nattestad.

Tær fóru til gongu klokkan 5 seinnapartin og klokkan áleið 9 á kvøldi hvarv sambandið við telefonirnar.

- So tær hava kanska bíðað til tað var friður. Eg haldi, tær hava lopið útav, sigur Gunnar R. Nattestad, og vísir til, at tað er eitt væl kent fyribrigdi í øðrum londum, at fólk leita sær til ávís støð at taka seg sjálvan av døgum.

- Hetta er sera harmiligt, tekur eigarin upp aftur og svarar noktandi, tá VP spyr, um nøkur skipan er sum skrásetur at fólk sum fara eftir gøtuni út á Trælanípuna og Bøsdalafoss eisini koma aftur. 

Við Trælanípuna og har á leiðini eru skelti á fleiri ymiskum tungumálum sum ávarað um vandarnar.

Søgnin sigur, at trælir, sum ikki longur vóru til nakra nyttu, vórðu stoyttir oman av Trælanípuni í havið.

Fleiri ávaringar skelti eru við móttøkuhúsið og á leiðini út til Bøsdalafoss og Trælanípuna.

Kunningartilfar sum tey vitjandi fáa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo