Bert 19 minuttir gingu frá tí, at skiparin á íslendska línuskipinum Jökli boðaði frá leka, til skipið eftir øllum at døma var sokkið.
Hetta kemur fram í eini frágreiðing, sum íslendska sjóverjan hevur latið RÚV.
Klokkan 17.05 í gjár boðaði skiparin frá, at ein lúka afturi á skipinum var brotnað, og at sjógvur rann inn í skipið.
Tólv minuttir seinni boðaði skiparin frá, at allir 17 menninir vóru komnir í bjargingarbúnar og vóru í ferð við at fara av skipinum. Tað eydnaðist ikki at loysa annan bjargingarbátin, meðan hin var rikin frá skipinum.
Klokkan 17.24 fekk sjóverjan sjálvvirkandi neyðarsignal um fylgisvein, sum bendi á, at skipið var sokkið.
Klokkan 20.09 kom eitt flogfar á vanlukkustaðið og kastaði tveir bjargingarbátar niður, men menninir náddu ikki fram til teirra.
Klokkan 21.21 kom bjargingartyrlan á staðið. Tvey fiskiskip vóru eisini komin fram.
Ikki fyrr enn klokkan 22.54 vóru allir 17 menninir fingnir umborð á tyrluna. Tá høvdu teir verið í sjónum í umleið hálvan sætta tíma.
Tyrlan lendi á Egilsstøðum klokkan 23.37.
Sum áður skrivað, lótu tríggir av manningini lív, meðan hinir 14 vórðu bjargaðir á lívi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



