Eg venji tíðliga um morgunin - áðrenn heilin uppdagar, hvat eg geri
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg venji tíðliga um morgunin - áðrenn heilin uppdagar, hvat eg geri
- ókendur
Lesarin skrivar

Nú bleiv tað so mín túrur at fáa eina stóra skattarokning frá Taks. Ikki tí nógvir mans hava fingið enn størri rokning enn eg.

Tað kemur vónandi fram í ljósið hvussu nógvir mans hava fingið eina stóra rokning frá Taks og hvussu nógvir eru fluttir av landinum av hesi ógvusligu skatting.

Tað verður eisini áhugavert at vita hvussu nógv hetta stunti hjá Høgna og Ruth fer at kosta landskassanum.

Hetta sigur Deloitte:

Vit meta at føroyingar sum arbeiða uttanlanda, fylla umleið 435 milliónir í landskassan um árið.

Í Fíggjarmálaráðnum hava tey ikki tikið hædd fyri - at um bara ein lítil partur av hesum monnum, sum nú verða dupultskattaðir flyta av landinum - er tað stórur vandi fyri, at hetta “Stunti” hjá Fíggjarmálaráðnum verður útvatnað.

Ella meira beinraki - flyta 130 menn adressu ella flyta av landinum, so er vinningurin hjá Ruth og Høgna eitt stórt NULL.

Hetta man verða eindømi í søguni hjá londum vit ynskja at samanbera okkum við, at stjórnin í einum landið velur ein bólk út í landinum, sum skal jakstrast eftir eyka skatti.

Tað er ógvuliga ymiskt hvønn og hvussu eyka-skatturin rakar menn, eitt nú sleppa teir sum sigla undir DIS undan skatting samstundis sum nógvir ið arbeiða í Noreg, eru sera hart raktir.

Sum tit síggja omanfyri so halda argumentini um rímuligheit – ikki, tí hetta rakar ikki øll, sum arbeiða uttanlanda.

Hetta sigur Statistisk Sentralbyrå:

Hvussu nógv virði hevur norska krónan mist  í tjúgu ár?  Hygga vit at hvussu nógvar danskar krónur tú fær fyri eina norska krónu er keypiorkan hjá norsku krónuni fallin við næstan 29 prosentum hesi tjúgu árini frá 2006 til í dag -  ( Frá 0.94 DKK til 0.67 DKK per NOK)

Also skullu vit dupult-skattast, umframt eitt stórt valuta tap.

Eg veit hvør hevur fingið Ruth út har hon ikki grynnir. Tað eru ráðgevarinir í Fíggjarmálaráðunum og ráðgevarinir á Løgmandsskrivstovuni. Teir hava í áravís víst sína øvund á okkum, sum arbeiða uttanlands.

Hesir somu ráðgevarar makta ikki at koma við nøkrum skilagóðum, sum fær okkar land aftur á beint. og her koma vit til kjarnina í málinum.

Hvør skal fíggja eina alment lønta yvirstætt, sum kostar tað hvíta út av eygunum?

Her er bara eitt dømi:

Uttanríkistænastan kostar smáar 47 milliónir um árið. Sendifólkini kostaðu góðar 33 milliónir í fjør, og uttanríkistænastan í Føroyum kostaði 13 milliónir kr.

Hetta má so kassadaman í SMS gjalda meira skatt fyri - at fíggja.

Samstundis spardi seinasta samgonga 100 milliónir vekk av blokkinum – pengar sum føroyingar eiga – vit skilda ikki dønum eina einastu krónu - heldur tvørturímóti –  tí er tað hol í høvdið, at skerja blokkin tá pengar mangla í landskassanum.

Til seinast vil eg koma við eini áminning til sitandi samgongu –
verður hesin eykaskattur ikki tikin aftur so fara enn fleiri menn og
familjur, at flyta av landinum.

Vit ynskja ikki at fíggja eina almenna yvirstætt ella eina loysing -
sum eisini er hol í høvdið.

Fyri at spyrja, sum Tórbjørn borgarstjóri hevur spurt ótaldar ferðir –
hvar eru sparingarnar, hvar eru nýskiparnir?

Kaj Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #