Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum
Tema

Meifríð Hansen er fødd í 1978 og var staðfest frá byrjan at hon hoyrdi serstakliga illa. 7 ár seinni bleiv beiggin Hans føddur og var hann eisini deyvur. Bert elsta systirin hoyrir.

##med2##

Í skúlanum við Gøtugjógv gekk hon saman við hoyrandi børnum og hetta bleiv ein ov stórur biti at gloypa tá hon fór í 4. flokk. Hon hevði ikki tulk, men av og á komu lærarar frá skúlanum á Trøðni at læra hana at brúka røddina. Her minnist hon at tað vóru Ansvein, Egon og Ólavur, sum av og á komu til Gøtu.

Hon hevði ein stuðul í skúlanum men hesin hjálpti henni meira at brúka røddina.

Meðan tey enn búðu í Norðragøtu minnist hon at tey týsdagar fóru til Havnar at læra teknmál frá Honnu Lisberg og her minnist hon hvussu glað hon bleiv at síggja fleiri ung deyv tosa teknmál.

Meifríð greiðir frá, at Hermundur Zachariassen var nokk tann persónurin, sum lærdi hana allar mest. Hon vitjaði eisini bróður hansara, Jan Tausen Zachariassen, sum búði í Norðragøtu tá, og her sá hon, hvussu teknmálið bleiv tosa í dagliga degnum.

Eitt annað, sum Meifríð minnist, var at tey plagdu at fáa eitt videonband frá Døvefilm í Danmark. Hetta kom við postinum 14. hvønn dag og kundu tey lána filmin í 2 vikur, síðani at sendan hann aftur til Døvefilm. Hesir filmar høvdu sera stóran lærdóm til deyv. Hesir filmar komu hvønn mánað.

Tá hon gekk í 4. flokki gjørdi familjan av at flyta til Havnar tí Meifríð ikki dugdi nóg væl at lesa og skriva. Fyrstu tíðina búðu tey á Bóndabrekku og so seinni fluttu tey út á Fløtir, har tey búgva enn tann dag í dag.

Meifríð veit ikki ordiliga, hví bæði hon og beiggin eru deyv. Foreldrini halda tó at hetta er arvaligt.

- Eg var 17 ár tá eg var liðug í skúla í Føroyum, og eg byrjaði so at taka koyrikort, tí eg hevði valt at fara á Nyborg Efterskole, sum er eftirskúli fyri deyv.

- Hetta mundi tó blivið til einkis, tí her vóru eingir pengar settir av, so at eg kundi fara á skúlan. Hetta var av fíggjarkreppuni, sum herjaði tá. Málið kom so í løgtingið til viðgerar og her var tað at mín gamli lækni, Andrias Petersen, skeyt upp at seta pengar av til at eg kundi fara á skúlan. Eg var á skúlanum í 2 ár og flutti so aftur til Føroya.

- Eg hugsaði, um eg skuldi fara til skúlan við Áir ella aðrastaðni, og tá gjørdi eg av at taka 10. flokk á Venjingarskúlanum, og var hetta fyrstu ferð eg hevði tulk í míni skúlagongd.

- Hetta var eitt stórt framstig innan tulking og skúlagongd fyri deyv í Føroyum og eftir loknan skúla spurdi eg flokslæraran, um hann helt, at eg burdi søkt at sloppi inn á HF. Eg var jú nógv eldri enn hinir 10. floks næmingarnir.

- Lærarin var avgjørt við uppá at eg søkti inn á HF, og slapp eg inn beinanvegin og hevði eg tulk við.

Hon valdi at taka HF uppá 3 ár ístaðin fyri 2. Hon viðmerkir at stjórin á studentarskúlanum, Mads Winther, tók altíð væl ímóti fólkum við breki og hann hjálpti sera nógv til, at alt skuldi ganga væl hjá sær í skúlanum við tulki og ørðum.

Her viðmerkir Meifríð at tey deyvu hava rætt til lesihjálp og hjásiting í skúlunum. Tað kann eisini verða ein næmingur, sum kann verða hjásitari og fáa løn frá Almannaverkinum.

- Men eg hevði ikki fingið hjásitara, bara lesihjálp og tað eri eg takksom fyri, serliga takksom fyri stóra hjálp frá systir míni Berit og hennara soni Tór Marna og øllum hinum sum hava hjálpt mær. 

- At fara námsferð er fastur táttur eisini á HF og flokkurin hevði valt at fara til Meksiko. Her hevði eg so fingið 24.000 kr í hondina til tulk, men eg visti beinanvegin at hetta ikki var nógv, so nú mátti eg fara at leita hvør vildi koma við mær.

- Eg fór so út á Argir, í eina teknmálsstovu í barnagarðinum, og har var ein ung dama sum æt Rannvá, sum eg visti dugdi eitt sindur av teknmáli.

- Eg spurdi hana, um vit kundu taka eitt prát og greiddi henni so frá, at eg hevði 24.000 kr til ein tulk at fara til Meksiko á námsferð og spurdi um hon hevði møguleika og hug at koma við.

- Nær er ferðin, spurdi hon. Jú, í morgin fara vit avstað.

Hetta var so um morgunin og hon segði, at hon mátti hava nakrar tímar at hugsa seg um, tí tað var ikki nógv tíð til at umráða seg í.

Tað gekk minni enn ein tími, so segði hon, at hon fór beinleiðis í bankan og so heim at pakka.

Jú hon kom við til Meksiko.

Tá vit komu aftur úr Meksiko, fór Rannvá at læra til teknmálstulk. Hon býr í dag í Álandi.

- Nú varð eg so liðug í HF og hevði ymisk arbeiði, men so kom ein tíð har eg føldi at eg kendi ov lítið til Gud. Eg eri vaksin upp við sunnudagsskúla, havi gingið í kirkju og á møti, men eg føldi at her manglaði okkurt, so eg gjørdi av at fara á ein deyvabíbliuskúla í Ungarn, sum Jan Tausen Zachariassen var partur av.

Á skúlanum bleiv brúkt tað amerikanska teknmálið. Eg spurdi Meifríð, um hon ikki heldur at tað hevði verið gott um tað bert var eitt teknmál kring allan knøttin, men hon sigur at hetta er ógjørligt tí talimátin í ymisku londunum er so ymiskur, men hon leggur afturat, at tey deyvu klára seg sera væl at samskifta millum hvønn annan likamikið hvørjum landi ein er frá.

- Her møtti eg so mínum komandi manni, Bryan, sum er úr Malaysia, sum eisini var á bíbliuskúlanum.

- Tá eg var liðug í Ungarn søkti eg inn til ergoterapeut í Danmark og tí mátti eg biðja sjeikin um at fara aftur til Malaysia, tí hann ikki hevði loyvi at verða saman við mær í Danmark.

- Eg læs í 1 ár og tá kom ein kreppa í Danmark og hetta rakti tulkarnar og av tí at eg var úr Føroyum, so misti eg tulkin, so eg valdi at gevast og flutti heimaftur til foreldrini í Føroyum.

- Eg visti ikki ordigliga hvat eg skuldi gera tí eg tímdi ikki at fara undir útbúgving tá, tí tað vóru so nógvar forðingar við tí.

- Vit blivu so gift í 2009 og fluttu beinanvegin til Malaysia har vit búðu í 4 ár. Her gjørdu vit ymisk hjálpararbeiði millum tey deyvu, og hava vit verið við at byggja upp 12 deyvasamkomur.

##med3##

- Tá eg kom heim aftur til Føroya gjørdi eg av at søkja til heilsurøktara í Suðuroy, og bleiv eg sett á bíðilista, tí eingir pengar vóru til tulk, og tí mátti eg bíða eitt ár. Árið eftir slapp eg so inn og fekk eg tulkar við. Tær ferðaðust ímillum so dúgliga.

- Eg fór fyrst á Boðanesheimið í starvsvenjing, síðani á Klaksvíkar sjúkrahús og á P50 á psykiatriini í Havn.

- Tá eg var liðug søkti eg á Lágargarð og fekk at vita, at tað bert var mín umsókn, eg var tann einasta sum søkti, men eg fekk eisini at vita, at eg ikki fekk starvið, sjálvt um eg var liðugt útlærd.

- Síðani søkti eg starv Oman Hoydalar, men stjórin vildi ikki geva mær starvið, tí hon samanbar meg við við fólk sum hevði Asberger.

- So sá eg eina starvslýsing í Danmark á Center for Døve. Hetta var vorðið til eitt ellisheim fyri deyv.

- Her fekk eg so eitt vikararbeiði. Eg fór niður um morgunin til samtalu og ferðaðist heimaftur sama kvøld.

- Her skuldi eg verða í 1 ár, men eftir 9 mðr segði eg teimum, at eg hevði søkt inn til sjúkrarøktafrøðing í Føroyum, tí at maðurin hjá mær ikki fekk arbeiðsloyvi í Danmark.

- Tá tey boðaðu mær frá, at eg nokk kom á bíðilista, greiddi eg teimum frá, at eg einaferð áður hevði verið á einum bíðilista, og at eg ikki bleiv yngri við árunum, so tey gjørdu av, at eg skuldi sleppa inn á skúlan.

- At byrja við gekk tað væl við tulki, men sum tíðin leið, so minkaði tíðin við tulki tí bert ein tulkur var settur av til hetta. Í Danmark er krav at 2 tulkar eru settir av til slíkt, sum so skiftast.

- Annað árið var ein trupulleiki. Eg fór í starvsvenjing men hevði trupulleikar, tí eg ongan tulk hevði. Eg bleiv so uppsøgd frá læruplássinum har eg heldur ongan tulk fekk so eg spurdi um grundina.

- Eg var biðin um ikki at siga farvæl við hini starvsfólkini ella sjúklingarnar, men fara beinleiðis oman til vegleiðaran á setrinum. Eg hevði onga ávaring fingið áðrenn um tingini.

- Eg kærdi so hesa avgerð og 3½ ár seinni fekk eg boð um, at eg hevði fingið viðhald í mínari kæru.

- Í dag arbeiði eg sum stuðul hjá Sóley Sivertsen, og arbeiði eg uml. 25 tímar um vikuna men oftani er yvirtíð, so tá arbeiði eg 30 tímar um vikuna. 

- Eg havi eisini mína egnu fyritøku, www.teknmal.fo, har møguleiki er hjá foreldrum at deyvum børnum og hoyrandi børnum við samskiftis trupulleikum, at fáa greiða kunning um ymiskt tilfar. Her liggur nógv tilfar og kunning, sum øll kunnu gera brúk av.

- Eisini eri eg deyvatrúboðari har stórur partur av samskiftinum gongur fyri seg á netinum.

##med4##

At enda nevnir Meifríð, at hon næsta ár fer undir eina nýggja útbúgving sum deyvateknmálstulkur sum tekur 1 ár.

- Eg skal ferðast 8 ferðir til Danmarkar.

Her er munurin tann at ein hoyrandi teknmálstulkur umsetur málið, sum onkur tosar til teknmál, men tey deyvu hava oftani trupulleika við at skilja hetta málið, og tá kann ein deyvateknmálstulkur gera málið skiljandi tí viðkomandi tosar á “móðurmálinum” hjá teimum deyv.

Meifríð heldur, at tað er sera týdningarmikið at foreldur, sum fáa deyv børn, seta seg í samband við Deyvafelag Føroya, deyvaráðgevan ella tosa við tey deyvu um hvat er besta fyri barnið.

##med5##

Les meira úr sama tema:

Eri uppvaksin í brøðrasamkomuni - men eri nú deyvaprestur
Fólk halda at eg gangi fullur hvønn dag
Misti alla hoyrnina smakk og luktisans og fekk tinitus
Var sendur til Danmarkar sum 4 ára gamal bara tí hann var deyvur
Eg bleiv illa happa tá eg fór í 8. flokk í Fuglafirði
Fekk influensu og gjørdist deyvur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo