Vesturvón: Vit eru fegin at kunna um, at vit hava tikið eina nýggja, trygga samskiftisskipan í nýtslu, sum skal betra samskiftið millum búfólk, starvsfólk og avvarðandi.
Skipanin er ein Intraskipan og hevur til endamáls at skapa størri opinleika og nærveru á ein tryggan hátt í gerandisdegnum. Nú fáa familjur lættari atgongd til kunning um gerandisdagin hjá sínum kæru, samstundis sum samskiftið við starvsfólkini verður einfaldari og skjótari.
Okkara starvfólk kenna skipanina og hava brúkt hana síðan 2021.
EIN TRYGG SKIPAN FRÁ KODIO
Vit ynskja at skapa eitt heim, har bæði búfólk og familjur kenna seg trygg og væl kunnað. Við hesi nýggju skipanini taka vit enn eitt stig móti betri trivnaði og nærveru.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



