Skúlin í Vestmanna skal nú høvuðsumvælast og tí bjóðar kommunan teimum, sum hava gingið í skúlanum, at koma aftur og vekja gomul minni eina seinastu ferð áðrenn arbeiðið byrjar.
- Í meira enn sjey áratíggju hava børn lært at lesa og skriva har, fingið vinir og runnið eftir teimum eyðkendu sprøklutu gólvunum millum gulu- reyðu- og bláu gongd, sum kommunan skrivar á heimasíðuni.
Sagt verður eisini, at nógv av tí innbúgvinum, sum er í skúlanum, skal ikki brúkast aftur, og tí kunnu tey sum vitja í morgin millum klokkan 13 og 20 ogna sær ymiskt ókeypis.
Ímeðan arbeiðið er, fer skúlagongdin at vera í øðrum hølum í bygdini. Arbeiðið skal vera liðugt í august 2028 og tað fer at kosta nakað omanfyri 60 milliónir krónur. Umleið 180 næmingar ganga í Vestmanna Skúla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



