Tað nyttar lítið at hava so opið sinni, at alt vit og skil rennur út
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað nyttar lítið at hava so opið sinni, at alt vit og skil rennur út
- ókendur
Politikkur

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari:  Jóhannis Joensen, løgtingsmaður 
Svarari:  Eyðdis Hartman Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum 
Evni:  Sjúkraflutningur í Vágum og Føroyum sum heild

Spurningar:   
1. Hvussu ofta seinasta árið, hevur sjúkraflutningsdepilin, støð 30 í Miðvági, verið uttan manning ella uttan tøka sjúkraflutningsvakt?

2. Hvørjar ítøkiligar avbjóðingar eru orsøkin til, at tað sambært upplýsingum kann koma fyri, at støð 30 í Miðvági ikki er mannað?

3. Metir landstýriskvinnan, at tilbúgvingin í Vágum lýkur tey fakligu og kravdu trygdar krøv, sum eiga at verða sett til øki við meira enn 3000 íbúgvum og altjóða flogvølli?

4. Hvørji ítøkilig átøk ætlar landstýriskvinnan at seta í verk fyri at tryggja eina støðuga og nøktandi sjúkraflutningstænastu í Vágum?

5. Hvørjar ætlanir eru um at útbúgva og seta fleiri sjúkraflutningsfólk í teimum økjum, har tørvur er, her undir Vágum?

Viðmerkingar: 
Sjúkraflutningur er ein grundleggjandi partur av føroysku tilbúgvingini og heilsuverkinum. Tað eigur at vera ein sjálvfylgja, at borgarar kring alt landið hava skjóta atgongd til eina trygga og væl mannaða sjúkraflutningstænastu. Fólkini, sum arbeiða innan hetta økið, gera eitt sera gott og týdningarmikið arbeiði, ið setur stór krøv. Ein stórur vandi liggur í at miðsavna virksemið!

Sambært upplýsingum, sum spyrjarin hevur fingið, kemur tað fyri, at sjúkraflutningsdepilin, støð 30 í Miðvági stendur ómannaður, og eingin sjúkraflutningsvakt er tøk í Vágum. Um hetta er rætt, kann tað hava álvarsligar avleiðingar fyri tilbúgvingina í einum øki við fleiri enn 3000 íbúgvum og við Vága Floghavn, har fleiri túsund ferðafólk ferðast hvønn dag.

Tað er týdningarmikið at fáa greiðu á, hvussu ofta hetta kemur fyri, hvørjar orsøkirnar eru, og hvussu landstýriskvinnan ætlar at tryggja eina støðuga og nøktandi sjúkraflutningstænastu í Vágum og Føroyum sum heild. 

Á Løgtingi, 3. august 2026 
Jóhannis Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #