Mangt verður syndrað av teimum, sum duga bert at síggja tveir litir - hvítt og svart
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mangt verður syndrað av teimum, sum duga bert at síggja tveir litir - hvítt og svart
- V. Poulsen
Politikkur

Síðani 1948 hava vit føroyingar yvirtikið mál frá dønum at umsita. Hetta fara vit at halda fram við komandi árini.

Eg haldi, at vit eiga at seta okkum høg mál, tá vit yvirtaka okkurt, so at vit ikki bara halda fram við at umsita málið á sama hátt sum danir gjørdu, ella uppaftur verri, at umsita tað seinni og verri enn danir gjørdu.

Tað kunnu verða ymsar grundir til at summar yvirtøkur rigga illa, men eg havi varhugan av, at man ikki altíð hevur brúkt nóg nógva tíð at hugsa um, hvussu man kann umskipa tað yvirtikna økið best møguligt, so alt verður so smidligt og skjótt sum møguligt fyri borgaran.

Vit kunnu byrja við landslæknaembætinum. Tey flestu eru samd um, at tað skal yvirtakast í næstu framtíð. Lat okkum brúka eitt sindur av tíð uppá at hugsa um, hvussu vit kunnu skipa tað snildari og lættari enn í dag, áðrenn vit fremja yvirtøkuna.

Vit eiga at seta okkum sum mál, at hvørja ferð vit yvirtaka okkurt, so skulu vit umsita tað betri, bíligari og skjótari enn danir gjørdu. Megna vit ikki tað, so skulu vit umhugsa, um vit yvirhøvur skulu fremja yvirtøkuna.

Eg havi í hvussu so er álit á, at vit megna at gera tingini betri, tá vit yvirtaka tey.

Ben Arabo, valevni fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #