Demokratia: Av teimum 160, sum stilla upp til løgtingsvalið 26. mars, eru 62 kvinnur og 98 menn. Hetta svarar til 38,8 prosent kvinnur og 61,2 prosent menn. Vit taka altso eitt fet aftur samanborið við seinasta løgtingsval, tá kvinnur myndaðu 40,2 prosent av valevnunum.
Sjey flokkar stilla upp til løgtingsvalið seinni í marsmánaði, men einans tríggir hava javnstøðu í uppstilling. Tað eru samgonguflokkarnir undanfarna valskeið, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn.
Á listanum hjá Javnaðarflokkinum eru 14 kvinnur av 29 valevnum. Hjá Tjóðveldi eru 14 kvinnur av 27 valevnum. Hjá Framsókn eru 7 kvinnur av 14 valevnum. Á hinum listunum er ójavnstøða. Hjá Sambandsflokkinum eru 10 kvinnur av 29 valevnum. Hjá Fólkaflokkinum eru 11 kvinnur av 34 valevnum. Hjá Sjálvstýri eru 2 kvinnur av 10 valevnum. Og hjá Miðflokkinum eru 4 kvinnur av 17 valevnum.
Kynsbýtið á uppstillingarlistunum til løgtingsvalið 2026
##med2##
Sostatt er útgangsstøðið fyri sterkari kvinnuumboðan á tingi verri samanborið við undanfarna løgtingsval, tá kvinnuligu valevnini vóru 68 í tali, meðan mannligu valevnini vóru 101 í tali. Løgtingsvalið í 2022 er tíverri framvegis einasta dømi um, at kvinnur hava myndað oman fyri 40 prosent av valevnunum.
Tó so er okkum vitandi ongantíð komið fyri, at tríggir flokkar hava megnað kynsjavnstøðu millum síni valevni. Hetta ber brá av, at fleiri flokkar nú seta sær sjálvum treyt um, at javnstøðan skal virðast. Hetta er eisini vegurin fram til eitt sunnari fólkaræði. Politisku flokkarnir eiga stóran part av ábyrgdini at røkja fyri, teirra dagsskrá rúmar kvinnum, soleiðis at tær fáa høvi at traðka fram í fólkaræðisliga ljósmálan.
Til samanberingar var Javnaðarflokkurin tann einasti, ið megnaði javnstøðu í uppstilling til løgtingsvalið í 2022. Á løgtingsvalinum í 2019 høvdu allir flokkar yvirvág av monnum á sínum lista. Nevnast kann eisini, at Framsókn hevði javnstøðu í uppstilling til løgtingsvalið bæði í 2011 og 2015. Í 2004 hevði Hin stuttligi flokkurin javnstøðu í uppstilling.
Tvær av toppskorarunum frá 2022 stilla ikki upp
Seinasta løgtingsval staðfesti, at alt ov fá velja kvinnur; bara triði hvør veljari. Hóast methøga umboðan av kvinnum í uppstilling – meir enn 40 prosent - vórðu bara 10 kvinnur valdar á ting, sum svarar til 30 prosent. Men samtíðis vóru tekin um, at veljarin spakuliga tekur undir við, at kvinnur eru eins væl skikkaðar og menn til at umboða seg. Tær tríggjar, Ruth Vang, Ingilín D. Strøm og Bjørt Samuelsen endaðu allar í topp-10 listanum av atkvøðuslúkunum. Men hvørki Ingilín ella Bjørt stillar upp hesa ferð, og tí er enn meiri neyðugt, at veljarin gevur kvinnunum dyggan stuðul hesaferð.
40 prosent er ikki nóg mikið
Minstamarkið fyri javnstøðu verður vanliga sett at vera 40 prosent. Hetta er tó ikki verulig javnstøða, men ein meting, soleiðis at smærri frávik kunnu vera yvir tíð. Eitt nú, tá javnstøðunevndin sambært Javnstøðulógini hevur eftirlit við, at ásetingin um javna kynsumboðan í almennum nevndum og ráðum verður fylgd, verður býtið 40-60 nýtt sum meting av, at talan er um javnstøðu í heildarmyndini. Tó so stendur einki at lesa um 40 prosent í Javnstøðulógini. Tað, sum dentur verður lagdur á er, at endamálið er, at bæði kynini verða umboðað so eins í tali sum gjørligt.
Tá talan er um kynsjavnstøðu í uppstilling í sambandi við eitt løgtingsval eiga vit heldur at miða ímóti einum býti á 50/50.
Hagtøl framleidd til løgtingsval
Hagtøl í sambandi við val eru vit spakuliga blivin von at lesa inni á heimasíðuni valúrslit.fo, sum dúgliga dagførir nýggjastu tølini sum nýtt val er í hondum. Í sambandi við løgtingsvalið hava Valúrslit.fo og Demokratia samstarvað um at framleiða hagtøl fyri kvinnumboðan bæði í uppstilling, atkvøðubýti og valdum umboðum. Hesi tølini finnast fyri løgtingsval, kommunuval og fólkatingsval tey seinastu mongu árini. Hesi tøl síggjast inni á hagtalsgrunninum hjá Demokratia
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



