Frægari er hálvt ja og úrslitið heilt - enn heilt ja og úrslitið hálvt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Frægari er hálvt ja og úrslitið heilt - enn heilt ja og úrslitið hálvt
- V. Poulsen
Politikkur

Løgmansskrivstovan: Hetta var úrslitið av regluliga fundinum, sum landsstýrið og formansskapurin í Kommunufelagnum høvdu í gjár.

Fíggingarleisturin á eldraøkinum verður endurskoðaður – og nýggj lóggáva, sum skal gera tað greiðari, einfaldari og skjótari at avgreiða byggimál, verður ætlandi løgd fyri Løgtingið í heyst.

- Landið og kommunurnar hava nógv mál og avbjóðingar – sum krevja samskipan og samstarv. Tað hevur týdning, at samstarvið millum land og kommunur áhaldandi verður røkt og styrkt, og at vit seta okkum við borðið og finna loysnir í felag, sigur Beinir Johannesen, løgmaður.

Á fundinum í Tinganesi í gjár hava landsstýrið og Kommunufelagið gjørt av, at ein arbeiðsbólkur við umboðum úr Fíggjarmálaráðnum og Kommunufelagnum skal gera uppskot til broytingar í fíggingarleistinum á eldraøkinum. Ætlanin er at koma á mál í heyst.

Á fundinum umrøddu partarnir eisini mál um byggisamtyktir og matrikkulering.

Partarnir eru samdir um, at tað er ov torgreitt og tíðarkrevjandi at avgreiða byggimál, og at tað er alneyðugt at gera broytingar skjótast tilber. 

Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, greiddi á fundinum frá, at miðað verður eftir, at nýggj lóggáva, sum skal gera tað greiðari, einfaldari og skjótari at avgreiða byggimál, verður løgd fyri Løgtingið í heyst. 

Avtalað varð, at kommunurnar verða tiknar við í lógarfyrireikandi arbeiðið. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #