Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-009/2026 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, um útvarp í Viðareiðistunnlinum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu langt er arbeiðið við at gera útvarpssamband í Viðareiðistunlinum komið?
2. Nær verður hetta arbeiðið liðugt?
Svar til spurning 1 og 2
Viðareiðistunnilin var liðugur í 2016, men eingin játtan hevur verið til at fáa útvarpssambandið í lag fyrr enn í ár.
Arbeiðið upp á útvarpssambandið er í gongd, og sambært tíðarætlanini verður tað avhendað 22. september 2026, og tá fer útvarpið at hoyrast í tunlinum.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



