Føroyingar fáa ikki pneumokokk vaksinu í ár, tí "HOMR arbeiðir við at broyta kunngerðina, so pneumokok-koppseting aftur kann veitast vaksnum," sambært Heilsustýrinum.
Tað skrivaði Heilsustýrið til millum annað kommunulæknarnar fyrst í oktobur 2026, og nú vit nærkast tveimum mánaðum síðani hasa kunningina, skilst at føroyingar ikki kunnu vænta sær hesa vaksinu fyrr enn í januar í nýggja árinum.
Í eitt nú Danmark er eingin trupulleiki at fáa nýggju pneumokok vaksinuna við tað at tann gamla, Pneumovax®23, ikki verður framleidd nú.
Heilsuverkið fekk 11. nov. 1,6 mió. í eykajáttan til nýggju pneumokok vaksinuna.
Hetta er kunningin hjá Heilsustýrinum 8. oktobur 2026:
Viðvíkjandi pneumokokk-koppseting til vaksin
Pneumokokk-koppseting til vaksin kann ikki veitast eftir verandi kunngerð um ókeypis koppseting (Kunngerð nr. 148 frá 25. september 2025 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum o.a., sum seinast broytt við kunngerð nr. 64 frá 6. juli 2026), tí 23-valenta koppingarevni, sum sambært kunngerðini skal brúkast, ikki longur fæst. HOMR arbeiðir við at broyta kunngerðina, so pneumokokk-koppseting aftur kann veitast vaksnum. Meira kunning um hetta kemur síðst í november 2026.
Sambært vitlíki: Eldri og fólk í vandabólki. Tey, ið hava øktan vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av pneumokokkum, kunna fáa koppsetingina viðmælta. Hetta fevnir serliga um:
- Fólk 65 ár og eldri.
- Fólk við ávísum varandi sjúkum (t.d. hjarta-, lungna-, livra- ella nýrasjúku, ella sukursjúku).
- Fólk við niðursettari immunverju (t.d. orsakað av sjúku, heilivági, ella um miltið er tikið).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



