Veðurstovan: Alix var borin í heim í Klaksvík í 1952. Mamma Alix, Nansy, var úr Vági við bondum til Víkabyrgi. Pápi Alix, Joen Steingrím Rasmussen, eisini nevndur Steingrím í Grótinum, var ættaður úr Klaksvík, pápi hansara var av Skipanesi og mamman úr Uppsølum.
Alix gekk í skúla í Klaksvík – tók realprógv í 1969. Hann dugdi væl í skúlanum, og man fer ikki nógv skeivur, um vit siga, at hann fekk tað besta prógvið í Klaksvík tað árið.
Hann var virkin skóti í fleiri ár og var sera dugnaligur í øllum, sum skótalívið hevði við sær: at vera úti í náttúruni, binda knútar, orientering við kumpassi og korti, fyrstahjálp og mangt annað. Hann var patruljuførari í Vípuni, og á skótabúnanum vóru nógv merkir.
Skótalívið – og eisini kappróðurin – mátti hann siga farvæl til, tá ið hann fór í Hoydalar at ganga í studentaskúla. Har bleiv hann liðugur í 1972. Tá í tíðini var tað ikki bara ein og hvør, sum fór í student. Tað vóru bert tey ídnastu og gávuríkastu, sum fóru at lesa víðari.
Hann fekk eitt so gott studentsprógv, at allar hurðar stóðu opnar fyri honum. Hann kundi velja, sum hann vildi. Hann hevði ein eldri beiggja, sum var verkfrøðingur, men hann valdi so at lesa alisfrøði og síðani víðari til veðurfrøðing.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



