Um páskini er ljóðmyndin "sjómaður úr Skúgvi gjørdist heiðraður listamaður í USA" á skránni í Útvarpinum.
Søgan um Hanus Skálagarð er hugtakandi, hann fór ungur úr Føroyum, var við í kríggi og skipbrotin, men endaði sínar dagar í Kalifornia, har hann livdi í nógv ár sum viðurkendur listamaður. Sagt verður, at hann hevði onkrar av sínum málningum hangandi í Hvítu Húsunum. Og kend fólk Clint Eastwood taldust í vinarskarðanum.
Her er ein 14 ára gamal dokumentarur sum varð gjørdur um Hanus. Sendingin í KvF kemur annan páskadag. Magni Arge hevur gjørt sendingina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



