Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari:  Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður 
Svarari:  Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum 
Evni:  Teistin og kalsoyarleiðin og nýggja bíleggingarskipanin hjá SSL

Spurningar:   
1. Eru kalsoyingar tiknir uppá ráð í sambandi við ætlanirnar á kalsoyarleiðini? 
2. Eru nólsoyingar tiknir uppá ráð í sambandi við ætlanirnar á kalsoyarleiðini? 
3. Er støða tikin til, um Teistin fer norður á kalsoyarleiðina? 
4. Um nei, nær verður støða so tikin? 
5. Nær kunnu pendlarar vænta sær eina loysn í nýggju bíleggingarskipanini?

Viðmerkingar: 
Sum skilst so er eitt stórt ynski hjá leiðsluni í Strandfaraskipum Landsins at hava Sam tøkan til farmasigling allar 24 tímarnar, allar 365 dagar í árinum, og tí vil leiðslan í SSL seta Teistan inn á kalsoyarleiðina, so at Sam er altíð tøkur. 

Ígjøgnum miðlarnar frættist, at kalsoyingar ikki eru so glaðir fyri hetta, tí tað fer at skapa ferðsluruðuleika í Kalsoynni, og nólsoyingar eru aldeilis ikki glaðir fyri hetta, tí tað hevur stóra ávirkan á trivnaðin, rættvísi og rímiligheit hjá nólsoyingum.

Um SSL flytur Teistan norður, so gerast fólk misnøgd. Eingin vinnari, bara taparar.

Hinvegin, um SSL bíðar við at flyta runt uppá skipini, til tann nýggja ferjan er smíðað, so eru tey allarflestu nøgd.

Nýggja bíleggingarskipanin hjá SSL er ikki serliga brúkaravinarlig hjá pendlarum.

Nú er skjótt eitt hálvt ár síðani nýggja skipanin kom, og tá varð sagt, at arbeitt varð við eini loysn til pendlarar, soleiðis at tað var nemmari hjá teimum at brúka skipanina.  

Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum verða hesir fyrispurningar settir.

Á Løgtingi, 9. september 2025 
Karlot Hergeirsson

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #