Løgið, at kropsligt dirvi er so vanligt, men at moralskt dirvi er so sjáldsamt
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá fyrispurning nr. 52-001/2025 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um fráflyting av monnum og skattainntøkur frá arbeiði uttanlands.

Fyrispurningurin er soljóðandi:   
1. Hvussu nógvir føroyskir menn eru fluttir úr Føroyum higartil í 2025 samanborið við sama tíðarskeið í 2024?

2. Hvussu stórar eru samlaðu skattainntøkurnar higartil í 2025 frá inntøkum, sum føroyingar hava vunnið við arbeiði uttanlands, samanborið við sama tíðarskeið í 2024?

3. Kann landsstýriskvinnan upplýsa, um broytingarnar, sum gjørdar vórðu í skattingini fyri fólk, ið arbeiða uttanlands, hava givið tær væntaðu inntøkurnar til landskassan?

4. Um broytingin hevur havt neiliga ávirkan á inntøkur landskassans, er landsstýriskvinnan sinnað at umhugsa at endurskoða og møguliga broyta lógina aftur?

Svar til fyrispurning nr. 1-4 
Við skattaumskipanini, sum nú er gjøgnumførd, er inntøkuskatturin fyri arbeiðsinntøku í Føroyum lækkaður, og skatturin fyri arbeiði uttanlands broyttur, so at hann nærkast tí støði, sum fólk, ið arbeiða á landi í Føroyum, rinda.  

Skattaumskipanin er framd fyri at rætta upp á eina skipan, sum avlagaði arbeiðsmarknaðin og gav útlendskum arbeiðsgevarum fyrimun fram um føroyskar arbeiðsgevarar í kappingini um  arbeiðsmegina.  

Enn er ov stutt tíð liðin fyri síggja fulla virknaðin av skattabroytingini.

Vit síggja tó, at skattainntøkurnar í ár liggja nakað omanfyri tað, sum roknað var við. Starvsfólkatalið er framvegis vaksandi, og tilflytingin er størri enn fráflytingin.  

Uttanlandsskattur er B-skattur og verður gjørdur upp árið eftir. Skattaárið 2024 er ikki endaliga gjørt upp enn, og tí ber ikki til at siga, hvussu nógv er komið inn í 2025 samanborið við 2024.  

Um skattaumskipanin ger, at onkur flytur fyri at sleppa undan skatti, er avleiðingin fyri almennu inntøkurnar avmarkað, tí fleiri teirra rindaðu einki áðrenn.

Hinvegin gera broytingarnar tað eisini meira lokkandi at arbeiða og rinda skatt í Føroyum – og tá fellur allur skatturin í Føroyum.  

Yvirhøvur sæst einki í tølunum, sum tíðir uppá økta fráflyting. Tvørturímóti.

Fyrstu seks mánaðirnir í 2025 fluttu 284 menn úr Føroyum.

Hetta er nakað minni enn fyrstu 6 mánaðirnar í 2024, 2023 og 2022.

Hinvegin fluttu 512 menn til Føroyar fyrra hálvár 2025.

Stóra avbjóðingin er, at serliga kvinnur flyta av landinum og mangla í føroyska samfelagnum.  

Landsstýriskvinnan hevur ongar ætlanir um at broyta samtyktu skattaumskipanina.

Hinvegin heldur landsstýriskvinnan, at miðast skal ímóti, at skattatrýstið sum heild lækkar hjá øllum føroyingum.  

Tinganes, 26. august 2025 
Ruth Vang 
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo