Sum VP skilir verður einki uppskot lagt fram um misálit á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jóhan Christiansen.
Fleiri miðlar hava gitt, at uppskot fór at verða lagt fram á tingfundinum klokkan 11 í dag um miálit, men tað verður tað ikki.
Dagsskráin, týsdagur, 21. oktober 2025, kl. 11:00
| 1 | 1. viðgerð LM-017/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Hækking av barnafrádráttinum – fylgilógaruppskot til FLU 2026) |
| 2 | 1. viðgerð LM-018/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning (Hægri avgjøld á tubbak og snús – fylgilógaruppskot til FLU 2026) |
| 3 | 1. viðgerð LM-019/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (MVG frítøka fyri epli, grønmeti og barnablæur og broyttar MVG-reglur fyri brúktar leigubilar- fylgilógaruppskot til FLU 2026) |
| 4 | 1. viðgerð LM-020/2025 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul (Hækkaður lestrarstuðul - fylgilógaruppskot til FLU 2026) |
| 5 | 1. viðgerð LM-021/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Almannalógin) (Hækking av hægst møguliga endurgjaldi fyri mista arbeiðsinntøku) |
| 6 | 1. viðgerð LM-022/2025 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. og løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar (Ásetan av pensjón eftir forvunnari inntøku undanfarnar mánaðir, innvinnan av pensjónsrætti, tillaging av rætti til pensjón í sambandi við deyða o.a.) |
| 7 | 1. viðgerð LM-023/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) (Lækka inngjaldið til Vinnusjúkugrunnin og víðka virkisøkið hjá Vinnusjúkugrunninum) |
| 8 | Framløga |
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



