N.N. sigst at vera ein frálíkur røðari: Hann er hin snjallasti, títtasti og mest áhaldandi - men hvat sigur hann?
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

N.N. sigst at vera ein frálíkur røðari: Hann er hin snjallasti, títtasti og mest áhaldandi - men hvat sigur hann?
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Krabbameinsfelagið: Tiltak fyri fólk, ið hava seinfylgjur eftir sjúku og viðgerð fyri krabbamein, verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum hóskvøldið 19. februar kl. 18.30-20.30.

Nógv fólk, sum hava seinfylgjur eftir sjúku og viðgerð, hava eina kenslu av at standa einsamøll. Tí kann tað vera gott at møta øðrum í somu støðu.

Til hetta tiltakið er møguleiki at hitta onnur við seinfylgjum, har man kann deila vitan, tankar og kenslur, umframt tað stúran og ørkymlan, sum fylgjurnar ofta føra við sær. 

Kom við og hoyr hvat onnur dragast við av seinfylgjum. Fá íblástur og hugskot frá øðrum, sum kann vera við til at lætta um og hjálpa tær. Umframt at tað eisini er møguleiki at siga tína hugsan og koma við hugskotum, um hvussu Krabbameinsfelagið kann varpa meira ljós á seinfylgjur.   

Krabbameinsfelagið bjóðar ein drekkamunn, frukt og kaku.

Tilmelding á telefon 317959, ella send okkum ein ein teldupost á kmf@krabbamein.fo í seinasta lagi 18. februar kl. 12.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #