Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Vit hava rakt ta árstíðina í politisku valringrásini, har tíðindapallar og sosialir miðlar floyma yvir av føgrum orðum og gyltum lyftum – m.a. um betri og skjótari hjálp til børn. Orð, fá kunnu vera ósamd við.

Vit loyva okkum tó sum fakfólk innan barna- og ungdómsøkið at seta spurnatekin við, hvat lyftini merkja?

Enn hava fá valevni sagt konkret, hvussu tey ætla at loysa avbjóðingarnar – annað enn at geva barna- og ungdómspsykiatriska deplinum fleiri pengar til útgreiningar.

Hetta skrivið er ein roynd at vísa á øki, vit meta forsømd í almenna kjakinum, men har tørvurin á hjálp framvegis er ovurstórur.

Útgreinan. At útgreina skjótari og innan eina rímuliga tíðarrammu er skilagott, tí ongin batnar av at standa á bíðilista í 2 ár. Men tað nyttar lítið at útgreina børn til undirraðfestar skipanar, sum í vavi eru alt ov smalar at lofta; tá hjálpa vit børnum og familjum teirra lítið.

Ein diagnosa er ein frágreiðing um hvat og hví. Við henni gerst lættari at leita sær vitan og ráðgeving um neyðuga hjálp, men hon førir ikki neyðturviliga til viðgerð ella nøktandi smidlig átøk í nærumhvørvinum hjá barninum.

Er heilivágsviðgerð viðkomandi, vil henda ofta verða eitt stig av fleiri og hugsað saman við tillagingum í umhvørvinum. Hava vit ikki neyðugu tilboðini, koma vit ikki nógv longri enn í dag.

Tí verður ein líka viðkomandi spurningur til tykkum politikarar – hvussu tit ætla at tryggja, at børnini fáa meira og betri hjálp? Áðrenn og eftir útgreinan?

Drúgv skúlafrávera. Á einu síðuni fáa næmingar faklig hol og torført at fylgja námsætlanunum. Á hinari síðuni kann minkandi samband við floksfelagar og vinfólk elva til einsemi og fasthalda teimum í óndum ringrásum, har dirvi og motivatión bara minka við tíðini.

Summi gerast so illa fyri, at tey illa nokk megna úr egnari song. Felags fyri øll er, at støðan bara versnar sum tíðin frálíður. Álvarsamar kreppustøður fyri einstøku familjuna.

Hóast vit síggja drúgva skúlafráveru sum ein vaksandi trupulleika, er ongin politisk ætlan í Føroyum.

Fleiri lond, vit vanliga samanbera okkum við, hava eina slíka. Hví íkki eisini vit?

Familjuhús manglar. Okkara royndir vísa, at stór hol eru, tá umræður familjuráðgeving í Føroyum, hóast tørvurin er stórur. Har tað, almennir stovnar hava at bjóða, ikki rakar á.

Nógv fokus hevur verið á samstarv millum skipanir, men man kann ikki samstarva seg burturúr vantandi tænastum.

Eftir okkara tykki mangla vit eitt Familjuhús við tænastum frá tí lága og smáa til tað høga og samansetta.

Eina breiða viftu av viðgerðarforløbum, psykoedukatión og familjuráðgeving.

Í dag mugu familjur sjálvar leita sær hjálp – alt ov ofta til fánýtis.

Viðgerðarskúli hoyrir nútíðini til. Vit skriva 2026 og senda framvegis børn av landinum, tí vit ikki hava nøktandi tilboð til teirra.

Hesi, og onnur við, kunnu hava so samansettan tørv, at sertilboðini ikki strekkja til.

Í Føroyum mangla vit tí eitt kombinerað skúla- og viðgerðartilboð, har tað verður arbeitt sernámsfrøðiligt, sosialnámsfrøðiligt og miljøterapeutiskt.

Eitt tilboð til serliga sárbærar næmingar í umfatandi mistrivnaði og við tørvi á einum samanhangandi innsatsi – bæði hvat skúlagongd og viðgerð viðvíkur. Ikki eitt av hesum børnum røkka vit í dag, og tað er ikki gott nokk.

Sum fakfólk fegnast vit, tá børn og familjur fáa pláss í politiska kjakinum. Men vit kenna tað sum, at vit hava hoyrt hetta fyrr. Er nakað broytt um 4 ár, ella fara vit aftur til næsta val við somu lyftum?

Útgreinan er ikki hjálp í sjálvum sær. Tað eru lyfti uttan handling heldur ikki. 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #