Ríkidømi fjaldi mangt skálkabragdið
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ríkidømi fjaldi mangt skálkabragdið
- úr Børkuvísum
Mítt tastatur

Nú gremur hann seg aftur, hasin Jonhard Hammer, sum er vanur við frá Miðlahús-tíðini, at fáa helvtina av øllum Miðlastuðlinum, tí nú fær hann bara ein lítlan part.

Tíðin við pappírinum er ein farin tíð.

Stjórin í Dimmu sigur, at alt samfelagið skramblar saman, um bløðini ikki fara at koma út.

Men hvør lesur bløðini, kundu vit spurt.

Tey hava kanska 3000 lesarar í part Sosialurin og Dimma, har tann størsti parturin, allarstørsti parturin, er almennir stovnar.

Um allan heimin eru bløðini vorðin ein farin tíð, tí øll eru á netinum og lesa allar nýggjheitir á netinum.

Um henda samgongan skal hugsa um nakað sum hevur við framtíðina at gera, so skal meginparturin av miðlastuðlinum fara til netmiðlar, sum bert eru netmiðlar.

Tað eru teir miðlarnir sum skulu styrkjast, og ikki pappírið, sum so gott sum eingin lesur.

Við at seta sum treyt, at stuðulin bert verður latin til netmiðlar, sleppa vit eisini skjótari av við bløðini.

Og tá verða góðir møguleikar at styrkja netmiðlarnar við fleiri starvsfólkum.

Ført hevur verið fram aftur og aftur at netmiðlarnir eru so grunnir, meðan pappírið er so djúpt og grópandi og breitt og hvat veit eg.

Men er tað nú so. Hevur pappírið so nógv øðrvísi tilfar enn netmiðlarnir.

Lesarin í dag gongur ikki við eini Dimmu í jakkalummanum, men við eini snildfon, har lesarin hevur møguleika at lesa allar heimsins miðlar.

So míni ráð til samgongu og mentamálaráðharra eru, at lata minimum helvtina, kanska 60 prosent, av miðlastuðlinum fara til netmiðlarnar, so netmiðlarnir kunnu mennast munandi.

At blíva við at halda lív í pappírinum við sosialhjálp, er ikki nakað sum byggir land ella miðlar.            

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #