Tann, sum fær sinni í teg, vinnur á tær
- Elizabeth Kenny

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann, sum fær sinni í teg, vinnur á tær
- Elizabeth Kenny
Lesarin skrivar

Nú freistin at søkja til førleikamettan heilsuhjálpara fyri ófaklærd starvsfólk, við arbeiðsroyndum, á eldraøkinum, fór 22. mai, vóru einans 14 umsóknir, tá avtornaði. Í Føroyum klára vit sostatt ikki at fylla ein flokk í Tórshavn, við ófaklærdum starvsfólkum innan eldraøkið, sum hava arbeitt í meira enn trý ár. Tað er fakta í løtuni, og tað burdi fingið politikkarar og onnur at sparra eyguni upp.

Nú eitur tað, at freistin var ov stutt. Ja, hon var møguliga stutt, í mun til freistir annars, men fyri fólk, sum hava bíðað í áravís eftir at sleppa at lesa, tekur tað ikki 18 dagar at senda eina umsókn inn. Og fyri ein arbeiðsgevara tekur tað ikki langa tíð at skriva eina arbeiðsváttan, sum næmingurin skal senda við síni umsókn. Harafturat ber enn til at søkja, men Heilsuskúlin hevur ikki móttikið eina ta einastu umsókn afturat, frá umsøkjarum, ið lúka krøvini, síðan freistin fór.

Heilsuskúlin hevur í áravís verið útsettur fyri ágangi í føroysku miðlunum og á sosialum miðlum, av bæði politikarum og borgarum, fyri sína staðseting. Nú sita øll hesi fólkini kúrr. Tað hoyrist ikki eitt einasta orð frá teimum, sum hava verið mest sjónlig.

Allar flestu av hesum, eru fólk sum ikki hava sett seg inn í støðuna á økinum. Heilsuskúlin hevur lurtað væl eftir tí, sum er blivið ført fram í miðlunum, og hevur verið opin fyri at viðurkenna, at staðsetingin møguliga er ein partur av trupulleikanum.

Tískil eru loysnir skaptar síðstu árini, fyri at tekkjast umsøkjarum, men nú er tað sjón fyri søgn, at tað í størstan mun, ikki er staðsetingin, sum er trupulleikin. Allarflestu fólk, sum ynskja sær útbúgving, fara har sum útbúgvingin er. Eisini føroyingar, havnarfólk, klaksvíkingar og suðringar, flyta av landinum í stórum tali, á hvørjum ári.

Heilsuskúlin ynskir veruliga at hetta skal eydnast og hevur tískil strekt seg langt fyri at finna loysnir, men vit mugu eisini duga at góðtaka, at tað sum vit hildu okkum vita, ikki altíð er rætt.

Tað er ein stór forðing fyri menning, at avvarðandi partar ikki duga at eygleiða objektivt. Tað sama er galdandi viðvíkjandi rekruttering og fasthaldan av starvsfólki í eldraøkinum. Tá man ikki vil síggja veruleikan í eyguni, so er altíð lættari at geva øðrum skyldina, tá man ikki megnar at loysa uppgávuna sjálvur. Hyggi bara til grannalondini, tey hava somu trupulleikar sum vit við manglandi starvsfólki innan eldraøkið.

Nú er uppá tíðina at steðga við at brúka hetta narrativið, um skeiva staðseting, sum sovipútu. Góðtakið, at trupulleikarnir eru meira fløktir enn so, og at teir partvíst stava frá manglandi átøkum aðrastaðni í politisku skipanini og í føroysku kommununum.

So mín vón er, at avvarðandi partar, nú opna eyguni og síggja hvussu ring støðan er. Heilsuskúlin fer at eydnast við august flokkinum í Havn í 2026, men tað er ivasamt hvussu grundarlagið verður framyvir, tá vit ikki megna at fylla ein flokk við ófaklærdum fólki í høvuðstaðnum. 

Í veruleikanum avspeglar hendan myndin bara veruleikan á eldraøkinum í Føroyum í dag, og tað er mangul uppá starvsfólk.

Vivie Davidsen
Skúlastjóri
Heilsuskúli Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #