Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Fólkaflokkurin: Eru enn fleiri avgjøld á veg, nú nýggj veðurlagslóg skal leggjast fram? Tann fyrispurning hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu.

Húsarhaldini hava tað tungt. BK 17 hevur longu gjørt tað munandi dýrari at byggja. Harafturat gjørdi Ingilín Strøm, fyrrverandi landsstýriskvinnan tað ikki lættari fíggjarliga hjá húsarhaldunum, tá fólk vórðu tvingað yvir á jarðhita, fjarhita ella hitapumpur.

Føroyski landbúnaðurin, sum fær lítlan og ongan studning, kappast við landbúnaðarvørur úr ES, sum eru munandi meira stuðlaðar. Tí tolir tann føroyski landbúnaðurin als ikki nøkur gjøld yvirhøvur.

Viðvíkjandi framleiðslu ídnaðinum er rættiliga eyðsæð, at tað bara er fiski- og alivinnan farast kann eftir. Har fara grøn gjøld at versna munandi um kappingarførið.

Fólkið og vinnan eiga at fáa at vita, hvørja ávirkan á teirra dagligdag ein ætlað veðurlagslóg fer at fáa. Tí hevur undiritaða sett hesar spurningar:

Spurningarnir, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir setur, eru hesir:

  1. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á privatu húsarhaldini?

  2. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á landbúnaðin/bøndur?

  3. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á fiski- og alivinnuna?

  4. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á mjólkarvørur (t.d. MBM), bakivørur o.a.?

  5. Um ja, er so ætlanin, at pengarnir, sum verða tiknir inn á henda hátt, skulu brúkast til at betra um haldførið hjá landskassanum?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #