Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
Svarari: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum
Evni: Endurgjald fyri ognartikið lendi
Spurningar:
1. Hví virðir Tilfeingis- og vinnumálaráðið ikki tær niðurstøður, sum metingarnevndir, settar sambært ognartøkulógini, gera?
2. Ætlar Tilfeingis – og vinnumálaráðið at broyta/avtaka skipanina við metingarnevndum?
Viðmerkingar
Tá almennir stovnar og feløg skulu hava lendi í samband við útbyggingar, og partarnir ikki blíva samdir um keyp av lendinum, kann Tilfeingis- og vinnumálaráðið ognartaka lendið eftir ognartøkulógini.
Fæst ikki semja um endurgjaldið, verður farið fram eftir ognartøkulógini frá 1881.
Tað kemur oftari og oftari fyri, at Tilfeingis- og vinnumálaráðið ikki virðir tær metingar, sum metingarnevndirnar sambært ognartøkulógini gera.
Hetta førir við sær, at tey, sum eiga lendi, mugu fara ta tungu leið gjøgnum rættarskipanina.
Tá eitt aðalráð ikki virðir niðurstøður, gjørdar sambært lóggávu, sum ráðið varðar av, kann spurnartekin setast við, hví lóggávan hevur ásetingar um metingarnevndir.
Tí er neyðugt at vita orsøkina til, at ráðið ikki virðir niðurstøðurnar frá metingarnevndunum, og um ráðið ætlar at broyta/avtaka skipanina við metingarnevndum.
Á Løgtingi 20. januar 2026
Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



