Tann, sum ikki tímir at lesa, er líka fátækur í andanum sum tann, ið ikki dugir at lesa
- orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

NÁM: Dropar 8 var í dag heiðrað við silvurheiðursløn á hátíðarhaldi á bókamessuni í Frankfurt.

Dropar 8 er onnur bøkin í røðini til føroyskt í hádeild, sum Nám gav út í 2024. Dropar 8 er tekstsavn við stuttsøgum, yrkingum, fotomyndum, skaldskapi av mannamunni og yrkistekstum. Til bókaheildina hoyra Dropar 7 og 9, lærarabøkur og talgildar útgávur. Í arbeiðnum við bókunum, er áherðsla løgd á hóskandi tilfar til aldursbólkin, sum vendir sær til bæði kynini, bæði hvat viðvíkur høvuðspersónum og høvundum, eldri og nýggjari verkum, umframt at uppseting og myndaliga tilfarið hóskar til veruleikan hjá næmingum í dagsins samfelag.

Lív Ingolfsdóttir Magnussen og Annelisa Rasmussen hava skrivað og lagt tilfarið til rættis, og Savna og Føroyaprent hava staðið fyri sniðgeving og prenti.

Tað er dómsnevndin í BELMA (Best European Learning Materials Award), sum á hvørjum ári heiðrar lærubøkur á týsku bókamessuni. Í 2024 varð Dropar 7 heiðrað við gullheiðurslønini. Nám og ritstjórnin í Dropum takkar hjartaliga fyri viðurkenningina av bókini. Tað hevur stóran týdning fyri eitt lítið forlag at fáa slíka viðurkenning, og vit gleðast um, at forløgini úr øðrum londum vísa okkara útgávum ans.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo