Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sunnvá Dahl Høgfeldt, tingkvinna
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Nýtsla av el-súkklum í ferðsluni
Spurningar:
1. Hvørjar ferðslureglur eru galdandi fyri el-súkklur í Føroyum, harundir hámarksferð?
2. Er aldursmark fyri at brúka el-súkklu í Føroyum?
3. Eru ymiskar reglur galdandi fyri ymisk sløg av el-súkklum?
Viðmerkingar:
Tað er vorðið alsamt vanligari at brúka el-súkklu í Føroyum. Í ferðsluni eru fleiri el-súkklur at síggja, og eisini eru børn og ung, ið nýta hesar el-súkklur.
Fleiri ivamál eru millum foreldur og vanligar borgarar, um hvørjar treytir og reglur eru galdandi fyri nýtslu av el-súkklum, og tí vil eg við hesum spurningi fáa landsstýrismannin í ferðslumálum at nágreina, hvørjar reglur eru galdandi á økinum.
Hetta fyri at skapa gjøgnumskygni og upplýsa, um øll hava lógliga atgongd til el-súkklur, um ymiskar treytir eru galdandi fyri ávísar el-súkklur, og um aldursmark ella aðrar treytir eru fyri el-súkklum í Føroyum.
Á Løgtingi, 24. septembur 2026
Sunnvá Dahl Høgfeldt
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



