Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður

Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum

Evni: Bíleggingar- og eftirlitsskipanin á suðuroyarleiðini

Spurningar:

  1. Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og eftirlitsskipanin á suðuroyarleiðini kostað tí almenna og Strandferðsluni higartil?

  2. Hvussu nógv verður rindað fyri bíleggingar- og eftirlitsskipanina um mánaðin?

  3. Hvussu mong starvsfólk eru dagliga knýtt at nýggju skipanini?

  4. Eru útlit til, at kostnaðurin minkar, sum tíðin líður?

  5. Er vissa fingin um, at ikki aðrar skilabetri, vitanargrundaðar, minni órógvandi og bíligari skipanir eru (eitt hugsað dømi er t.d. mynda- og videoskipanirnar, sum verða brúktar í gjaldstunlunum)?

Viðmerkingar.

Í júst hesum døgum, har orð (s)um sparingar, nýskipanir (reformar), haldføri, effektiviseringar, nýskipanarnevnd v.m. flúgva um oyru okkara, hevði verið áhugavert at frætt, um samband er millum teori og praksis á økinum. Er t.d. skil í tí “kontrollsystemi”, sum er sett í verk á suðuroyarleiðini, ella er talan um, sum mong vilja verða við, tað bera oyðsl.

Á Løgtingi, 10. september 2025

Jenis av Rana

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #