Mangt verður syndrað av teimum, sum duga bert at síggja tveir litir - hvítt og svart
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mangt verður syndrað av teimum, sum duga bert at síggja tveir litir - hvítt og svart
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Olja, er eitt dýrt njótilsið, sum nógv annað gott.

Oljan kemur úr jørðini, sum so nógv annað gott.

Oljan, gevur okkum orku til flogfør, skip, sethús, vinnu, bilar, og hita, dekk til akfør, asfalt á vegirnar, alt møguligt innan plastvørur, tannbustir, ….. you name it.

Tá oljan verður pumpað úr jørðini, má hon reinsast, og tað eru ymisk stig sum tað verður flokkað.

Nógv skip, SEV, o.a, brúka tað vit kalla tungolju. Tungolja er sum tjøra, og má hitast  við Diesel  fyri atkunna renna, ella pumpast.

Allar vindmyllur, krevja nógva orku í framleiðsluni, m.a olju.

Allar hitapumpur, eru framleiddar úr vørum, sum eru framleiddar úr olju.

Allir El-bilar eru framleiddir úr vørum sum eru framleiddar úr olju.

Vit hava vindmillur í Føroyum, ið halda 5-7 ár, og hvat er grønt í tí?

Hvat kostar tað, og hvør skal gjalda?

Hava vit nakran kirkjugarð til el-bila-battaríðir, ella vindmyllu-skrott?

Og hvør skal gjalda, tá «vit» vakna?

Føroyar er eitt av tveimum støðum á klótuni har man kann ræsa kjøt, havi eg hoyrt.

Á hinum staðnum býr eingin!

Hitapumpur og vinmyllur, eru ikki framleiddar til hesi støðini, og vit eru  alt ov fá, til at verða áhugaverd í hesum sambandi.

Mínar royndir í hesari bransuni- eftir 48 ár - so haldið eg meg hava sæð tað mesta.

Eg havi eisini sæð, at hitapumpur luft til vatn, eru ikki egnaðar til hús sum ikki eru SERA væl Bjálvað.

Sama er við jarðhita, sum eisini er ein hitapumpa.

Mínar royndir eru at luft til vatn, sjálvdan gjalda seg aftur, tí livitíðin er ov stutt .Jarðhitin, er spennandi, um tú er heppin, og rakar grundvatnið, sum kanska hevur ein høgan temperatur.

Felags fyri allar hitapumpur er, at inni í kjallaranum er ein tangi, ein kompressari, pumpa o.a, og tað er sera ymiskt hvussu langa livitíð hesir lutir hava.

Tað eigur ikki at verða krav, at tú skalt hava nakra ávísa orkukeldu, heldur ikki í nýggj hús.

Tað má verða eigarin ið sleppur at velja hvat húsini skulu hitasta upp við.

Tað er so vælsignað at vaska sínar hendur og siga: Eg dálkið einki, eg havi el-bil og hitapumpu!

Og SEV brúkar meira tungolju, fyri hvønn bil, og hvørja hitapumpu sum tey skulu lata orku til.

Jákup Olsen
Saltangará 11.03.2026

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #