ES ætlar sær nú at styrkja altjóða eftirlitið við hvalaveiðu.
Og tað kann enn einaferð seta Danmark í ta støðu, at samsvar ikki er ímillum áhugamálini hjá ymsu pørtunum í ríkinum.
Tað kemur fram í einum notati, sum Europanevndin hjá Fólkatinginum hevur fingið frá Uttanríkisráðnum. Notatið er eisini sent til Føroyanevndina hjá Fólkatinginum.
ES vil, at øll limalondini í Altjóða Hvalaveiðinevndini, IWC, í størri mun skulu fylgja altjóða reglum, skrivar FiskerForum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



