ES kann fáa trupulleikar við veitingini av jetbrennievni, um støðan í Hormuzsundinum ikki batnar "komandi vikurnar."
Tað ávarar ES-nevndin um eftir seinastu fundirnar hjá sínum olju- og gasssamskipanarbólkum, skrivar Reuters.
Higartil hava avleiðingarnar av, at Hormuzsundið varð stongt, fyrst og fremst verið hækkandi prísir á ráolju og oljuvørum í ES, og enn eru eingin veitingartrupulleiki hjá brúkarunum skrásettur, sxkrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



