Tað sigur forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, í røðu síni í dag.
von der Leyen boðar eisini frá, at sett verða revsitiltøk í verk móti tí, sum hon kallar "ekstremistiskir" ráðharrar í ísraelsku stjórnini.
- Tað, sum hendir í Gaza, hevur skakað heimsins samvitsku. Fólk dripin, meðan tey bóðu um mat. Mammur, sum halda lívleysum børnum. Hesar myndirnar eru heilt einfalt katastrofalar, segði von der Leyen, sambært AFP.
- Mannaskaptur hungur kann ongantíð brúkast sum vápn í kríggi. Fyri børnini og fyri menniskjað skal hetta enda, heldur hon fram sambært NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



