Alt ov fá fólk eru til arbeiðis og trygdin er ikki altíð í lagi hjá donskum floghavnum, tað sigur EASA, sum er europeiskur loftferðslumyndugleiki í frágreiðing sum í fýra ár hevur verið duld fyri almenninginum.
Politiken hevur nú fingið hendur á frágreiðingini.
Tað er Trafikstyrelsen, sum hevur eftirlit við donskum floghavnum, sum stendur fyri skotum. Ikki bara eru ov fá fólk til arbeiðis, tey sum eru til arbeiðis eru eisini ov illa fyri fakliga, og tað gongur útyvir trygdina.
Europeisku floghavnirnar sum EASA vitjaði í 2021 fingu í miðal seks átalur. Men danskar floghavnir fingu í miðal 11 krossar, kemur fram í frágreiðingini.
Onki verður sagt um, hvørjar floghavnir talan er um.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



