Í longri tíð hevur Donald Trump kunnað roknað við stuðli frá fleiri av tjóðskaparligu høgravendu flokkunum í Evropa, men nú tódnar stuðulin.
Nú fínstilla nakrir av mest ávirkandi høgravendu politikarunum í Evropa sín retorik um amerikanska forsetan.
Hugburðurin kring amerikanska forsetan var munandi jaligari, tá limir í Patriots for Europe hittust í spanska høvuðsstaðnum, Madrid, fyri skjótt einum ári síðani.
Fyri at sementera stuðulin til forsetan – og kanska eisini seta kósina fyri nøkrum av teimum mest høgravendu tjóðskaparflokkunum í Evropa – varð fundurin hildin undir slagorðinum "Make Europe Great Again".
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



