Javnaðarflokkurin: Ein fíggjarlóg skal bæði tryggja javnvág í landskassanum og góð kor hjá fólkinum. Tað var høvuðsboðskapurin hjá Eyðgunn Samuelsen, framsøgukvinnu Javnaðarfloksins, undir viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 í dag.
Hon fegnaðist um, at uppskotið vísir avlop, men hon legði samstundis dent á, at fíggjarlig ábyrgd eisini krevur, at hugt verður at avleiðingunum av sparingum og raðfestingum.
Í røðuni vísti Eyðgunn til ráðstevnuna hjá MEGD um vælferðarbúskap. Har varð ljós varpað á, hvussu trivnaður og lívsgóðska kunnu fáa størri pláss í búskaparligum avgerðum, so menningin í samfelagnum verður mett eftir fleiri viðurskiftum enn búskaparvøkstri.
– Vit mugu fara aftur um tølini og spyrja, hvat avgerðirnar merkja fyri fólk. Ein sparing, sum versnar lívsgóðskuna ella ger, at fólk ikki fáa hjálp rættstundis, kann enda við at kosta samfelagnum meira, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Góð tilboð til børn hjálpa allari familjuni
Eyðgunn legði serligan dent á, at góð tilboð til børn við breki og serligum tørvi eisini eru góður búskaparpolitikkur. Tá børnini fáa røttu tilboðini, fáa foreldrini betri møguleikar at arbeiða og taka lut í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.
Hon fegnaðist tí um, at 3,6 milliónir krónur verða raðfestar til økt virksemi á Skúlanum á Trøðni. Eisini verða frítíðartilboð til børn við serligum tørvi raðfest.
– Hetta hevur týdning fyri alla familjuna. Barnið skal hava eitt gott og trygt tilboð, og foreldrini skulu kunna hava ein vanligan gerandisdag og fara til arbeiðis. Tá vit raðfesta hesi tilboðini, styrkja vit bæði vælferðina og møguleikarnar hjá familjunum, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Hon vísti eisini á arbeiðsplássráðgeving og átakið Gott lív á egnum beinum, sum skulu stuðla einum rúmligari arbeiðsmarknaði og tryggja, at fólk fáa hjálp rættstundis.
Fyribyrging kann spara bæði menniskjaligan og fíggjarligan kostnað
Samstundis ávaraði Eyðgunn móti at skerja tilboð, sum fyribyrgja størri trupulleikum. Sum dømi nevndi hon Ein góð byrjan, ið hjálpir kvinnum við barnsburðartunglyndi, og heitti á landsstýrið um at finna eina loysn.
Verður hjálpin skerd, kann tað sambært henni versna støðuna hjá familjuni og økja tørvin á øðrum tænastum.
– Vit skulu finna javnvág millum búskaparligt og menniskjansligt haldføri. Tað hevur týdning, at tølini hanga saman. Men tað hevur eisini týdning, at lívið hjá fólki hongur saman, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



