Vinstravongurin í demokratiska flokkinum upplivir í løtuni óvanligt momentum.
Fyrst so vann demokratiski sosialisturin Zohran Mamdani borgarstjóravalið í New York.
Í síðstu viku vann vinstrahalli Abdul El-Sayed undanvalið hjá demokratunum í Michigan.
Og nú kann Wisconsin vera næsta royndin 11. august, um Francesca Hong vinnur undanvalið fyri at gerast demokratiska guvernøravalevnið.
- Rákið er so klárt í løtuni at tað kann ikki ignorerast. Her er orkan í løtuni, sigur Birgitte Borup, altjóða greinari hjá Berlingske, við TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



