- Tað hevur verið ein langur dagur og strongd og vánaligt veður hava eisini gjørt sítt. Nakað soleiðis segði flogskiparin í boðum til ferðafólkini eftir hendingina í floghavnini í Bruxelles í gjár, tá eitt flogfar hjá SAS var á veg til at fara á flog frá eini taxibreyt, sum gekk paralelt við sjálva flogbreytina. Flogskiparin uppdagaði í síðstu løtu mistakið og fekk bremsað flogfarinum, sum tó endaði úti í eini grasfløtu.
- Teir fylgdu venjingini, sum teir hava fingið, til minsta smálut. Men tá tað er sagt, so er tað sjálvsagt sera harmiligt, at tað skal enda soleiðis, sigur eitt umboð fyri fakfelagið hjá flogfólkum við dr.dk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



