Eitt rannsóknarlið skal royna at finna leivdirnar av flogfarinum hjá amerikanska flogskiparanum Ameliu Earhart, sum hvarv í Stillahavinum í 1937.
Tað skrivar NBC News.
Á rannsóknarferðini, sum er seinkað í umleið eitt ár, eru fornfrøðingar, kavarar og dokumentarfilmsfólk.
Toymið skal til oynna Nikumaroro, sum er partur av oyggjabólkinum Kiribati, í oktobur.
Amelia Earhart var fyrsta kvinnan, sum fleyg um Atlantshavið. Hon hvarv undir eini roynd at flúgva kring heimin, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



