Ein eldrabylgja er í gongd og heldur fram í nógv ár, frá eini 9.200 føroyingum omanfyri 67 ár í 2025 og til eini 11.600 í 2035 - ein vøkstur upp á 2.400 eldri borgarar bara upp á 10 ár, svarandi til heili 26%.
Hetta vísa framskrivingar um fólkatal og fólkasamansetning í Føroyum komandi árini.
Vit hoyra um trupulleikar við, at bara eini 20% av teimum ungu, sum fara av landinum venda aftur til Føroya eftir loknað útbúgving o.a. - ein gongd, sum altíð hevur verið.
Venda vit nú sjóneykuna í móti teimum eldru ella teimum mongu, sum fara at gerast pensjónistar komandi 10 árini, hvat fer at henda við teimum?
Fara tey mongu eldri at trívast í Føroyum, verður nóg mikið av frítíðartilboðum til tey, nóg mikið av heilsutænastum, nóg mikið av røkt og heilivági, nóg mikið av arbeiði til tey, sum vilja arbeiða o.a.
Í okkara grannalondum hoyra vit nógvar søgur um eldri fólk, sum eru sera einsamøll og fara herfrá í einsemi.
Men vit siga onkuntíð, at hetta hendir bara í teimum stóru londunum og ikki í einum lítlum samfelag.
Hoyri um føroyingar, sum longu nú velja at flyta til Danmarkar, tí tað eru nógv fleiri tilboð til teirra og tey koma ikki í vanda fyri at keða seg í hel ella gerast einsamøll og isolerað.
Keypa sær ein bil og t.d. eitt bíligt hús úti á landinum, við einum hava rundanum, og melda seg til frítíðarklubbar o.a.
Skapa sær eina tilveru, sum er meira spennandi enn í Føroyum og soleiðis hava møguleikar at trívast betri.
Samstundis sum forbrúksmøguleikarnir eru fjølbroyttir og nógvir. Kunnu eisini lættari ferðast til europeiska meginlandið.
Pensjónir o.a. fylgja við persóninum til Danmarkar og er tí peningur, sum fer í umfar har.
Hví júst velja Danmark! Tí har eru minst forðingar av øllum møguligum slag, t.e. føroyingar eru danskir statsborgarar, duga málið, hava familju har o.a.
Hava vit hugsað politiskt, hvussu vit kunnu gera karmarnar og tilveruna hjá teimum mongu eldru best møguligar í egnum landi, og er hetta ein landsuppgáva ella ein kommunal uppgáva at loysa, ella bæði í felag?
Reidar Nónfjall
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



