FarCargo skrivar Føroyska flogsøgu við leigutúri frá Dubai til Caracas í Venezuela.
Tað skrivar Rúni Højgaard, flogskipari, á facebook vanganum hjá føroyska farmaflogfelagnum.
- Tað er ikki ofta at eitt Føroyskt flogfelag flýgur ein leigutúr ið spennir yvir 4 dagar, 4 heimspartar, er 17.470 fjórðingar (32.355km) til longdar, krevur 3 manningaskifti og í alt 8 lendingar.
Men júst hetta avrikaðið flogfarið “Eysturoy” hjá FarCargo seinasta vikuskiftið. Eftir at laksurin var flogin við vanligu rutuni til Dublin í Írlandi leygardagin, fleyg Eysturoy til Dubai eftir knøppum 30 tonsum av fragt, og síðani var kósin sett móti Caracas í Venezuela (Simon Bolivar Intl. Airport) við millumlendingum í Bari í Italia, Keflavík í Íslandi, Portsmouth og Fort Lauderdale í USA.
les meira niðanfyri
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



