Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Vinna

Samtakið P/F Farcod hevði eitt hall á 14,8 milliónir krónur eftir skatt í 2025. Árið fyri var úrslitið eitt avlop á 26,4 milliónir krónur.

Úrslitið áðrenn fíggjarpostar var eitt hall á góðar fimm milliónir krónur, samanborið við 35,5 milliónir krónur í halli í 2024. Fíggjarligu útreiðslurnar vóru tó høgar og gjørdu, at úrslitið áðrenn skatt endaði við einum halli á 17,8 milliónir krónur.

Farcod sigur, at úrslitið serliga er ávirkað av minni veiði eftir toski og lækkandi toskaprísum. Samtakið fevnir millum annað um dótturfeløgini Enniberg, Ametyst og Havborg.

Við árslok hevði samtakið ognir fyri 714,2 milliónir krónur og ein eginpening á 316,4 milliónir krónur. Samlaða skuldin var 368,1 milliónir krónur. Í miðal vóru 80 starvsfólk í samtakinum í 2025.

Leiðslan væntar batnandi rakstur í 2026 og metir, at ársúrslitið verður eitt avlop millum fimm og 20 milliónir krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #