Í samband við hoyringsfreistina til Løgtingslóg um farsóttir (farsóttarlógin) tann 26. januar 2026, hevði undirritaða hesar yvirskipaðu viðmerkingar.
Korona afturlit
Fara vit aftur til korona árini 2020 til 2022, vóru tilbúgvingarátøkini í høvuðsheitum medisinskt ætlaði í mun til at basa smittu.
Fólk vóru biðin um at vísa samfelagssinnið og fylga ymiskum tilmælum so sum at halda frástøðu, brúka munnbind, halda uppat at savnast, fara í sóttarhald og lata seg PCR kannað.
Hugsa var ikki so nógv um, at frástøða hvør frá øðrum og manglandi nærleiki og jalig kenslulig spegling er ringt fyri heilsuna - og kann við tíðina bæði føra álvarsliga sjúku – sálarliga sum kroppsliga - og kanska deyða við sær.
Hugsa var kanska heldur ikki um, at áhaldandi ótti og strongd eisini kann gera okkum minni før fyri at tosa saman, reflektera, mentalisera og vísa hvørjum øðrum empati ella umsorgan.
Tilmælini hjálptu okkum kanska reint medisinskt, men forðaðu okkum samstundis í, veruliga at koma hvørjum øðrum við og gera alt tað, sum partar av sálarfrøðini meta, er størsta grundin til, at vit finna meining í lívinum og yvirhøvur ynskja at liva.
Polarisering
Tá ið koppsetingarnar byrjaðu í 2021 vóru greiðu boðini frá heilsumyndugleikunum, at tað vóru tey, ið ikki lótu seg koppseta, ið vóru smittuberarar.
Hetta viðførdi eitt øgiligt trýst og sosiala útskamming á tey ókopsettu, serliga tá ið koronapassið bleiv innført í novembur 2021.
Tað vísti seg tó, at øll smittaðu øll, koppsett ella ei og koronapassið hevði ikki ætlaða smittubasandi virkna.
Tað er sera óheppið fyri heilsuna og samfelagstrivnaðin, at myndugleikarnir á henda hátt býta fólk upp í bólkar við støði í eini ov einstáttaðari skilmarking av teimum treytum, sum skulu lúkast, fyri at fólkið fremur góðtiknan moralskan atburð.
Hetta eggjar til óhepnar og oyðileggjandi bólkadynamikkir, har “hini” vera hildin at vera "minni verd" sum menniskju, og tí kunnu farast við á ein meira "vannvirðiligari hátt".
Ov snævurskygt fokus á "røttu" sosialu atferðina hjá fólki, serliga um hendan eisini verður lønt moralskt, skapar eisini gróðralíkindi fyri flokkmentaliteti og deindividualisering.
Tann einstaki missir sína serstøðu sum menniskja og heldur enn at hugsa sjálvi geva fólk sítt tankagóðs og sína atferð til bólkin.
Tílík atferð er oftast óttastýrd, miðsavnast um at basa einum felags fígginda og kann transendera bæði vit og skil.
Eftirlit og tvingsil og at fylgja reglum linnar óttan hjá bólkinum – persónligt frælsi hjá tí einstaka økir um óttan.
Ynskja myndugleikarnir, í samband við nýggju farsóttarlógini, at byrgja upp fyri skaðiligari polarisering hevur tað týdning, at fólk trygt sleppa at siga sína hugsan og luttaka í almennum kjakið, at stúranir og undranir hjá fólki vera viðgjørdar og tiknar í álvara, at øll vísind og vitan verður viðurkend og sleppur framat, at myndugleikarnir kunnu vísa á gjøgnumskygni og samanhang í sínum avgerðum og at myndugleikarnir ikki viðvirka til, at býta fólk upp í bólkar við eitt nú merking ella sýmbolum.
Ein medisinsk og mekanisk tilgongd til heilsu
Lógin gevur myndugleikunum øtiliga breiðar heimildir at blanda seg uppí og stýra atferðini hjá fólkið og er í sínum líki sera medisinsk og mekanisk.
Tað er eingin lógartekstur, ið tekur hædd fyri persónligum og relasjonellum sálarligum og sosialum skaðum – lógin kan føra við sær, verður hon brúkt.
Lógin eigur at hava eina grein, ið krevur av myndugleikunum, at tað skal takast hædd fyri teir sálarligu og relasjonellu løstir, ið myndugleikarnir sannlíkt koma at bera ávísum fólkum í samfelagnum og hvussu mynduleikarnir – eftir at lógin ikki verður brúkt meira, hjálpa hesum fólkum aftur at trívast og virka.
Tað er alment kent, at tiltøkini móti korona runt um í heiminum førdu við sær øktar sálarkvølir so sum tunglyndi, ótta, einsemi, missnýtslu av ymsum slag og sjálvsmorðsatferð. Her verður eisini hugsa um børn og ung.
Eisini eigur lógin í hesum sambandi at umfata greiðar og medierandi mannagongdir fyri, hvussu myndugleikarnir ætlað at bøta um misálit á seg sjálvar og bøta um teir relasjonellu skaðar, ið brúk av lógini, kann hava á sambandi millum ymiskar samfelagsbólkar, millum bólkar og einstaklingar og millum einstaklingar.
Eitt nú er tað sera óheppi fyri sosiala, sálarliga og andaliga trivnaðin í einum samfelag, at fólk skula kontrollera, sanktionera og innrapportera hvønn annan.
Tað fær fólk í verjustøðu, ger øll til møguligar fíggindar og viðførir áður nevndu oyðileggjandi bólkadynamikkir.
Tá nakað verður óttastýrt - heldur enn stýrt út frá næstakærleika, opinleika og viðurkenning hvør av øðrum - gerast vit samstundis eisini meira primitiv og órein mótvegis hvør øðrum og halda tað enntá vera moralskt í lagið.
Ei heldur framgongur nóg greitt í lógaruppskotinum, hvussu myndugleikarnir sjálvir skulu ábyrgdast fyri tey inntriv, í gjørd vera mótvegis fólkinum, serliga um inntrivini eru óetisk og volda óbótaligan heilsuligan skaða á einstaklingar ella bólkar.
Føroyska samfelagið er sera lítið og viðbrekið. Vit koma ofta hvør øðrum við í fleiri samanhangum, bæði privat og alment, og tað hevur tí alstóran týdning, at vit framhaldandi megna at liva og virka saman, uttan at missa álitið heilt á hvør øðrum.
Menniskjan er ikki ein maskina
Víst vita fakfólkini innan rætta økið best. Men stendur ein ov fýrakantað tilbúgvingarætlan mát við tær avleiðingarnar, sum kanska ikki eru so góðar fyri fólk, og sum kunnu pína bæði børn og vaksin?
Hava vit ikki eisini loyvi at hugsa tað, at vit møguliga eisini kundu breiðka tilgongdina til heilsutilbúgving til eisini at umfata annað, enn tað biologiska og medisinska?
Menniskjan er annað enn bara kroppur. Vit eru eru sosialar verur, sum yvirhøvur eru tengdar hvør at øðrum, fyri at yvirliva.
Tað ræður um at tað sálarliga eisini sleppur upp í part.
At brúka tíð saman, tosa og vera forvitin saman, og tað, at kenna okkum aftur hvør í øðrum, hevur alstóran týdning fyri at menna tollyndið og gera, at vit betur rúma hvør øðrum.
Menniskjan er bæði kroppur og sál sum hanga saman. Mens sana in corpore sano. Ein sunn sál í einum sunnum kroppi.
Og menniskjan hevur eisini eina andaliga ella eksistensiella dimensjón. Kroppur, sál og andi hanga saman.
Góð heilsa og eitt gott og virðiligt lív, snýr seg eisini um so nógv annað, enn bert frávera av kropsligari sjúku, sum lógaruppskotið um farsóttarlóg, leggur upp til.
Vísindin kann fara skeiv og tað eru nógvar vísindaligar tilgongdir til sannleikan. Vísind og sannleiki hongur ikki altíð saman.
Ivin kan tí vera ein góður vinur. Ivin gevur bæði pláss til at fara av leið og rætta kósina aftur.
Ivin skapar eitt opið sinnið og kann hjálpa okkum at blíva betri til at taka hóskandi avgerðir – eisini tá í heilsu umræður.
Birita Lamhauge Jóansdóttir (sálarfrøðingur, cand.psyk. aut., master í sexologi, og diplom í leiðslu)
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



