Napoleon og Eli uppi í Børkugøtu 27 (mynd eftir Heide Kielsen Olsen)
Mynd av Vibru frá teirra Feysbukk vangamynd
Napoleon og Eli uppi í Børkugøtu 27 (mynd eftir Heide Kielsen Olsen)
Mynd av Vibru frá teirra Feysbukk vangamynd
Innsent: Leygardagin 19. septembur kl. 15:30 letur listaframsýning upp heima hjá feðgunum Eli og Napoleoni Smith (Børkugøta 27). Eli við grótmálningum og vatnlitum, Napoleon við standmyndir og tekningum. Til ferniseringina spælir strúkikvartettin Vibra.
Tá ið Eli málar føroyska hagan, er tað við litum úr haganum sjálvum. Seinnu árini hevur hann eisini tvinnað steindust úr øðrum londum uppí – so sum griskt marmor, feittstein úr Grønlandi, skeljar úr Spaniu og sand úr Tenerifa. Føroysku litirnir eru kol úr Hvalba, sandur úr Søltuvík, royða úr Reyða barmi (Hvalba) og Ærgisá (Leynum) – ja, you name it! Eisini hevur hann smærri litsterkar vatnlitsmyndir á skrá, sum javnviga ta annars so mildu litbránna. Uppi í køkinum hjá Eli og konuni er prýtt við skornum gimsteinum, sum er brotamynd (mosaikk), sum hann eisini fæst við.
So er tað sonurin, Napoleon, sum av og á tekst við tað listaliga. Hann hevur mest havst við at tekna, men síðan hevur hann førkað seg yvir í tað trítýdda við at evna leir til ævintýrakendar standmyndir. Faðir og sonur hava eisini tíðum verið sæddir á sandstrondum landið runt, har teir gera sandmyndir saman við barnsligum sálum.
Til ferniseringina spælir eingin minni enn strúkikvartettin “Vibra” við fýra úrmælingum. Øll eru vælkomin inn á gólvið í gallarínum undir Brúnni (Børkugøta 27). Opið er leygardagin frá kl. 15:30 til 20, og sunnudag og mánadag frá 15 til 19.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



