Á Vágaportalinum í gjár fegnast fólkatingslimurin Sjúrður Skaale um, at danska fregnartænastan, PET, styrkir sítt virksemi í Føroyum. Hetta hevur hann eftirlýst, skrivar hann.
Uttan at rodna.
Kunnu tit ímynda tykkum, at tað sama hendi í onkrum av londunum, ið vit samanbera okkum við?
At ein politikari beinleiðis fegnast um, at ein útlendsk fregnartænasta styrkir sítt virksemi í landinum?
So seint sum í mai í ár, tá Wall Street Journal avdúkaði, at USA njósnaðist í Grønlandi, segði danski uttanríkisráðharrin við DR:
“Det er meget bekymrende, hvis man har den tilgang til det, at man nu skal indhente efterretninger i Danmark og Grønland” og ”… vi spionerer ikke mellem venner”.
At fyrigykla sær, at PET tænir Føroyum, er fullkomiliga hol í høvdið.
Vit hava langt frá somu áhugamál sum Danmark.
Vit eru tvørturímóti mótpartar í heilum.
Skrivað stendur, at eingin kann tæna tveimum harrum.
Tað ger PET sjálvandi ikki, og Sjúrður Skaale sjálvur er eisini eitt gott dømi um hetta sama.
Tí tað er eyðsæð, at hann fyrst og fremst rennur ørindi fyri fólkatingið og ikki fyri Føroyar.
Erling Eidesgaard
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



