Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hans Jacob Thomsen løgtingsmaður
Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Galaxy sum avloysaraskip fyri Smyril
Spurningar:
1. Hvat er kostnaðurin hjá Strandfaraskipum Landsins at leiga ferjuna Galaxy?
2. Nær varð sáttmáli undirskrivaður við felagið, sum eigur ferjuna Galaxy?
3. Vóru aðrar ferjur, ið lúka krøvini til at avloysa Smyril, tøkar at leiga?
Viðmerkingar:
Ferðasambandið til Suðuroynna er ikki nøktandi, nú Smyril er í dokk, og Galaxy røkir suðuroyarleiðina.
T.d. er talið av ferðafólki avmarkað, og tað viðførir stórar avbjóðingar, ikki bara fyri suðuroyingar, men fyri øll, ið hava tørv á at brúka leiðina.
Tað er ongin loyna, at fólk eru ónøgd, og seta spurningar við, hvussu vit aftur nú eru endað við einari loysn, ið ikki er nøktandi.
Fólk seta spurnartekin við, um tað kann vera rætt, at ongin onnur ferja, ið kann røkja leiðina nøktandi, er at finna nakrastaðni, um SSL hevur brúkt nóg nógva orku til at finna rætta avloysaraskipið, og um tað í veruleikanum er ein spurningur um fíggjarliga raðfesting.
Fyri at fáa greiði á støðuni verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 3. septembur 2025
Hans Jacob Thomsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



