"Drápsmenn!"
- Arturo Toscanini, við orkestrið

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

"Drápsmenn!"
- Arturo Toscanini, við orkestrið
Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-050/2026 frá Sunnvá Dahl Høgfeldt, løgtingskvinnu, settur landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, um nýtslu av el-súkklum í ferðsluni.  

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Hvørjar ferðslureglur eru galdandi fyri el-súkklur í Føroyum, harundir hámarksferð?

2. Er aldursmark fyri at brúka el-súkklu í Føroyum?

3. Eru ymiskar reglur galdandi fyri ymisk sløg av el-súkklum?

Svarað verður undir einum:  
Ferðslulógin hevur onga allýsing av akfarinum “súkkla”. Ferðslulógin byggir tó í stóran mun á Wien-sáttmálan, sum er altjóða sáttmálin um ferðslu. Sambært Wien-sáttmálanum verður súkkla allýst sum “eitt akfar, sum hevur minst tvey hjól, og sum við hjálp av pedalum ella hondmegi einans verður ført fram við at nýta vøddarnar hjá tí, ið førir akfarið.”

Ferðslulógin hevur heldur onga allýsing av akfarinum “el-súkkla”, sum er ein súkkla við el-hjálpimotori, sum hjálpir til at føra akfarið fram, tá førarin nýtir pedalir ella hondmegi.

Ein el-súkkla, har el-motorurin einans hjálpir føraranum at súkkla, tá førarin nýtir pedalir ella hondmegi, kann nýtast í ferðsluni eins og ein vanlig súkkla. Einki hámark er ásett fyri, hvussu skjótt ein el-súkkla kann koyra. Tær vanligu ferðaavmarkingarnar og vanligu ferðslureglurnar eru tó galdandi.

Ferðslulógin ásetur einki aldursmark fyri at brúka el-súkklu. Tó verður heitt á foreldur um at vísa fyrilit og meta um, hvørt barnið er nóg búgvið og hevur neyðugar førleikar til at kunna súkkla á einari el-súkklu.  

Vinnumálaráðið er farið undir at fyrireika broytingar í ferðslulógini, og í hesum sambandi verður spurningurin um el-súkklur eisini viðgjørdur.  

Vinnumálaráðið, 6. oktober 2026 
Jacob Vestergaard 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #