Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-102/2025 frá Fíu Selmu Nielsen, løgtingkvinnu, settur landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, um landsvegir, ið ganga gjøgnum bygd øki.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Á hvussu nógvum vegastrekkjum í Føroyum ganga landsvegir gjøgnum øki, har børn hava sína dagligu gongd?
2. Hvørji øki er talan um?
3. Ætlar landsstýrið at gera nakað við at bøta um ferðslutrygdina á tílíkum økjum?
Svar til spurning 1 og 2
Tað eru nógv vegastrekki kring alt landið, har bilferðsla fer gjøgnum bygt øki, ella tætt við bygt øki, har børn eisini hava sína dagligu gongd. Talan er ikki bert um landsvegir, men eisini um vegastrekki, har ein partur av vegnum er kommunalur.
Niðanfyri er eitt yvirlit frá Landsverki, sum vísir 34 vegastrekki, har høvuðsferðslan koyrir gjøgnum bygt øki, og loyvda ferðin í stóran mun er skeltað niður, umframt vegir, sum liggja nær við bygdir, har tað í flestu førum ber til at koyra 80 km/t. Yvirlitið hevur ikki bygdir við, sum liggja við endan á eini farleið.
Yvirlitið vísir, hvussu nógvir bilar koyra á vegunum í miðal um samdøgrið.
##med2##
##med3##
Svar til spurning 3
Landsstýrismaðurin vil virka fyri, at ferðslutrygdin í bygdum øki verður raðfest fremri. Tað skal vera trygt at ferðast, eisini millum heim og skúla. Vónandi ber til at hækka játtanina til trygdartiltøk.
Landsverk hevur í Samferðsluætlanum og í Temabløðum lýst, hvørjar loysnir kunnu gerast fyri at betra um umstøðurnar hjá ábærari ferðslu, sum er fólk til gongu, á súkklu, fólk við rørslutarni og onnur.
Trygdartiltøk snúgva seg millum annað um ferðtálmandi tiltøk, ferðslustýring, breiðkan av gongubreytum, gonguteigar, rundkoyringar og annað.
Eitt dømi er Gøtugjógv, har tað nærum eingin skilnaður er millum bilferðslu og ábæra ferðslu á staðnum. Har eru eitt nú dagstovnur og skúli omanfyri vegin, sum gera, at ferðandi til gongu úr Norðragøtu og Syðrugøtu mugu fara yvirum vegin fyri at koma til og frá skúla og dagstovni.
Arbeitt verður við at betra verandi umstøður í samstarvi millum Landsverk og kommunu.
Gongurbreytirnar eru dagførdar og kantsteinar eru settir upp. Ætlanin er eisini at gera eitt ferðtálmandi tiltak - eina ferðsluoyggj beint við íbindingina til Syðrugøtu.
Sum tingkvinnan vísir á, økist ferðslan alsamt á strekkinum til og frá flogvøllinum, og sostatt eisini gjøgnum bygdirnar í Vága kommunu. Trygdin skal verða sett fremst, men framkomuleikin skal eisini vera í lagi.
Framd trygdartiltøk bøta um støðuna, men seinka eisini ferðslu og framkomuleika. Ein varandi loysn er at leiða høvuðsferðsluna uttanum bygdirnar við nýggjum vegum ella tunlum. Tað sama er eisini galdandi aðrastaðni í landinum.
Í ár eru 2,4 mió. kr. játtaðar til at fyrireika tunnil á farleiðini frá flogvøllinum til Vágatunnilin.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



