Ein 14 ára gamal tannáringur hevur latið lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík seinnapartin, skrivar KVF.
Vanlukkan hendi, tá ein motorsúkkla fór út av vegnum við tyrlupallin í Klaksvík. Enn fær løgreglan ikki upplýst, um fleiri fólk vóru við í vanlukkuni, ella tannáringurin sjálvur koyrdi motorsúkkluna. Tey avvarandi hava fingið boðini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



