Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Politikkur

Svar frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-32/2026 frá Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmanni, um markamótið millum ræðisrættin hjá festara og øðrum samfelagsligum áhugamálum

Spurningarnir vóru soljóðandi:  
1. Er tað rætt skilt, at festirættur sambært løgtingslóg um landsjørð verður latin við tí endamáli at tryggja landbúnaðarliga nýtslu av landsjørð, og at teir rættir og tær heimildir, sum festarin fær tillutað, í útgangsstøðinum eru knýtt at hesum endamáli?

2. Er tað fatanin hjá landsstýrismanninum, at ein festari fær tillutaðar aðrar heimildir enn tær, sum eru neyðugar fyri landbúnaðarliga nýtslu av festinum, og um so er, hvørjar eru hesar heimildir, og hvat er rættarliga grundarlagið undir teimum?

3. Er tað rætt skilt, at tað, at vera festari av landsjørð, ikki í sjálvum sær gevur heimild at umsita onnur samfelagslig áhugamál enn tey, sum hoyra undir landbúnaðarligu nýtsluna av festinum, harundir fornminni, kirkjur, mentanarsøgulig virði, náttúruvirði og almenna ferðslu?

4. Um svarið til spurning 3 er nei, hvør er tá fatanin hjá landsstýrismanninum av markinum millum tann landbúnaðarliga ræðisrættin hjá festaranum og onnur almenn áhugamál og heimildir, sum eru knýtt at sama øki, men sum aðrir almennir myndugleikar enn landbúnaðarmyndugleikin varða av?

5. Er tað fatanin hjá landsstýrismanninum, at tað, at eitt fornminni, ein kirkja ella annað mentanarsøguligt virði er staðsett á einum festi, í sjálvum sær gevur festaranum heimild at regulera almenna atgongd til virðið ella krevja gjald fyri slíka atgongd?

Svarað verður undir einum: 
Landið, t.e. í hesum føri Búnaðarstovan, festir út landsjørð til landbúnaðarendamál. Festari skal lúka ávísar treytir fyri at taka við einum festi, t.d. at hann hevur nøktandi útbúgving ella skeið og nøktandi kunnleika til landbúnaðarvinnu.  

Festarin fær við festibrævi sínum einkarætt og skyldu til at reka landbúnaðarvinnu á sínum festi og annars at brúka festið við lutum og lunnindum, sum natúrliga hoyra til landbúnaðar virksemi. Virksemið er ikki avmarkað til landbúnaðarvinnu, og tað er tískil mín greiða fatan, at festarar við sínum festibrævi hava einkarætt ikki bara at reka landbúnaðarvinnu, men eisini aðra vinnu á sínum festi. Hesi rættindini eru kortini í ávísan mun avmarkað av aðrari lóggávu, t.d. løgtingslóg um fuglaveiði, løgtingslóg um haruveiði, løgtingslóg um náttúruvernd, løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu, løgtingslóg um friðan av fornminnum og bygningum o.a.  

Sambært landbúnaðarlóggávuni er festari at rokna sum eigari og hevur ábyrgd av tí, sum er knýtt at festinum. Talan er fyrst og fremst um húsdjór, lendi og bygningar, men í summum førum eru søguligir bygningar, toftir og annar mentanararvur staðsett á festinum. Festarans  ábyrgd fevnir eisini um slíkar bygningar, toftir og mentanararv, men ábyrgdin er eisini avmarkað av lóggávu, t.d. løgtingslóg um friðan av fornminnum og bygningum. Festarin hevur sostatt ikki óavmarkað ræði á hesum.  

Er talan um lendi uttangarðs, er greitt eftir ávikavist girðingarlógini (lov om hegn og markfred) og ferðavinnulógini, at føroyingar og ferðafólk, eftir ávísum treytum, hava frítt at fara uttangarðs. Harumframt er ásett, at tað ber ikki til at taka eitt gjald uttan so, at ferðafólkið fær eina tænastu afturfyri. Tað er sostatt sambært galdandi lóg ikki loyvt at krevja gjald fyri atgongd at lendi einans.  

Er talan um lendi innangarðs er støðan øðrvísi, tí girðingarlógin staðfestir, at eingin kann vera á lendi innangarðs uttan so, at festarin hevur givið loyvi til tess. Hesin rætturin er kortini eisini avmarkaður av lóggávu, og festarin hevur sostatt ikki óavmarkaðan rætt at avmarka atgongd.  

Hvørt hesin rættur at avmarka atgongd eisini fevnir um rættin at taka gjald er ikki greinaður, men tað er mín greiða fatan, at henda avmarking fyri lendi innangarðs merkir, at festarin eftir vanligum privatrættarligum og avtalurættarligum reglum kann taka gjald fyri atgongd at hesum lendi og tískil eisini søguligum bygningum, toftum og mentanar- og náttúruvirðum, sum eru á staðnum.     

Vinnumálaráðið, 14. september 2026 
Jacob Vestergaard 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #